Nú skulu íbúðir byggjast í Hvannasundi.
Tað er greitt, nú avtala er undirskrivað millum Hvannasunds kommunu og byggivirkið, Malltek.
Íbúðarbyggingin verður í nýggju útstykkingini Undir Gerðhamri í Hvannasundi.
- Talan er um seks íbúðir, og ætlandi fer byggingin í gongd seinni í ár, siga tey í kommununi.
Á myndini omanfyri verður avtalan millum Hvannasunds kommunu og Malltek undirskrivað.










