? Avtalan er betri enn eg hevði væntað

? sigur Sigurd Poulsen, landsbankastjóri um avtaluna, sum landsstýrið og danska stjórnin gjørdu í gjáramorgunin klokkan 4. Við eitt eru fíggjarumstøðurnar hjá landskassanum vornar munandi betri

Tað var ein væl nøgdur landsbankastjóri vit fingu orð á nú avtalan millum landsstýrið og donsku stjórnina er komin upp á pláss.

Hann hevur tó ikki hug til at gera tær stóru viðmerkingarnar til avtlanuna fyrr enn landsstýrið sjálvt hevur lýst avtaluna út í æsir.

Avtalan merkir, at rentan á lánunum til danska statin er lækkað úr sjey prosentum niður í fimm prosent.

Harafturat merkir avtalan, at skuldin til danska statin minkar úr 5,4 mia. krónum niður í 4 mia. krónur. Hetta verður gjørt á tann hátt, at lánini verða niðurskriva við 900 mió krónum og aðrar 500 mió.krónur verða niðurfrystar.

Tær 500 mió. krónurnar sleppa at standa sum rentufrítt lán í 20 ár og er eingin olja funnin í undirgrundini innan tað, so verða hesar 500 mió. krónurnar avskrivaðar.

Ein afturgjaldsskipan er gjørd fyri tær eftirverandi 4 mia. krónurnar og tær skulu gjaldast aftur við 323 mió. krónum um árið í 20 ár.

Fer tað at bera landsstýrinum til at innfría lánið áðrenn tíð, so er møguleiki eisini fyri tí, stendur í avtaluni


Uttanlandsskuldin burtur

? Eg haldi at hetta er ein góð avtala vit hava fingið. Talan er um eitt stórt endurgjald og við eitt eru fíggjarligu umstøðurnar hjá landskassanum broyttar munandi, sigur Sigurd Poulsen.

? Ístaðin fyri møguliga at skula gjalda 1,3 mia. krónur aftur næsta ár er avdrátturin fastlagdur til 323 mió. krónur. Harafturat kemur, at rentuútreiðslurnar á fíggjarlógini verða nakað væl lægri við tað at rentusatsurin er lækkaður úr 7 pst. niður í 5. pst.

Sjálvt um bruttouttanlandsskuldin enn er í størra lagi, so hevur avtalan millum landsstýrið og stjórnina við sær at føroyska nettouttanlandsskuldin næstan er burtur.

? Nettouttanlandsskuldin var við árslok 1997 uml. 2,3 mia. krónur og við hesum endurgjaldinum (sum verður mótroknað í uttanlandsskuldini, blðm.), so er nettouttanlandsskuldin nú so gott sum burtur.

Ábyrgdin aftur

í Føroyum

Avtalan millum landsstýrið og stjórnina hevur eisini aðrar broytingar við sær.

Í grein 8 í avtaluni stendur, at partarnir eru samdir um at ábyrgdin fyri búskaparpolitikkinum í Føroyum, herundir lántøku og veðhaldum, í framtíðini skal liggja hjá landsstýrinum. Hetta verður tó gjørt innanfyri karmarnar á heimastýrislógini.

Við avtalnui eru allar avmarkingar í møguleikunum hjá Landsstýrinum at upptaka lán og at geva veðhald nú eru burturbeindar.

Hvørja viðmerking hevur landsbankastjórin til tað?

? Tað er skilagott. Ábyrgdin fyri tí førda búskaparpolitikkinum hoyrir heima í Føroyum og tí skal hon eisini liggja her.


Fingið meir

burturúr enn væntað

Hóast landsbankastjórin ikki vil siga so nógv meira, so vil hann tó siga so mikið sum, at landsstýrið eftir hansara meting hevur fingið stak væl burturúr.

? Landsstýrið hevur fingið meira burturúr enn eg hevði vænta frammanundan sigur Sigurd Poulsen at enda