Tað er heilt í tráð við kunngerðina um landingar uttanlands, at skip hava verið í Skotlandi og landað um vikuskiftið, sigur Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag.
Óli Jacobsen hevur onga grund til at ivast í avtalum, hann ger við John Petersen, landsstýrismann.
»Vit eru samgongufelagar, og tiltøkini fríggjadagin vóru vend móti landsstýrinum, søgdu tey, sum vóru í verkfalli. Og eg vænti ikki, at John Petersen fer at hava samhuga við teimum, sum mótmæla honum sjálvum,« sigur Óli Jacobsen.
Óli Jacobsen sigur, at tað er heilt innlýsandi, at fiskimenn ikki kunnu straffast fyri ólógligheitir, sum fólk uppi á landi fremja. Og hann ivast ikki í, at tiltøkini fríggjadagin vóru ólóglig.
Hinvegin er hann heldur ikki í iva um, at hann einki ólógligt hevur gjørt, tá hann mælti skipum til at landa uttanlands.
Óli Jacobsen sigur, at tað er tvætl, tá Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at 24 tíma verkfall er alment viðurkent.
»Tað kann hon ikki ávísa, tí tað stendur heilt einfalt ongastaðni í nøkrum, føroyskum sáttmála,« sigur Óli Jacobsen.
Hinvegin kann Óli Jacobsen heldur ikki vísa á nakra skrivliga avtalu um, at til ber at avreiða uttanlands, uttan at tað verður tikið av fiskidøgunum.
Men tað ger nú heldur ikki so nógv, sigur Óli Jacobsen. Tí tann avtalan okkara millum hevur verið alment frammi í fjølmiðlunum, so hana eiga øll at vita um.
Um eini trý skip hava verið uttanlands um vikuskiftið, heldur Óli Jacobsen ikki vera ólógligt kortini, tí avreiðingarnar uttanlands seinastu tíðina hava verið so fáar, at tað undir ongum umstøðum fer upp um tey loyvdu 25 procentini.
Og eftir sum Óli Jacobsen hevur skilt, vóru hetta skip, sum annars høvdu ætlað at landa í Føroyum fríggjadagin. Men av tí, at tiltøkini ikki vórðu lýst fyrr enn hósdagin, bar hetta teimum ikki til. Mánadagin hevði verið ov seint, og so var ikki annað at gera, sigur formaður Føroya Fiskimannafelags, Óli Jacobsen, sum tó ikki sigur seg vita, hvørji hesi trý skipini eru, sum talan er um.
Um tiltøkini fríggjadagin sigur Óli Jacobsen, at tað er lítið fyri at fara í verkfall ein dag, tá annars einki arbeiði er kortini. Og einasta úrslitið av hesum er, at eingin tekur eina slíka fakfelagsrørslu fyri fult.