Í morgin fer Rigmor Dam, mentamálaráðfrú, at leggja fyri tingið public service sáttmálan millum Kringvarp Føroyar og Mentamálaráðið. Talan er um frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um public service-sáttmála millum Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið, sum verður galdandi frá 1. januar 2017 til 31. desember 2020.
Ein sáttmáli er áður gjørdur. Hann var í gildi frá 2011 til 2013, og av onkrari orsøk eru stig ikki tikin fyrr enn nú at fáa í lag nýggjan sáttmála.
Tað var annars fyrstu ferð, atsamanlagdi útvarps- og sjónvarpsstovnurin Kringvarp Føroya hevur havt ein sáttmála við Mentamálaráðið, ið nærri tilskilar, hvørjar skyldur almenni loftmiðilin hevur mótvegis Føroya fólki. Hesar skyldur verða vanliga kallaðar public service-skyldur, sum í stuttum merkir, at Kringvarpið virkar í fólksins tænastu ella skal tæna borgarunum, ið rinda kringvarpsgjald afturfyri.
Í public service-sáttmálanum stendur m.a., at Kringvarp Føroya í størstan mun skal tryggja, at tilfarið:
· er óheft av seráhugamálum
· er fjølbroytt og margfalt
· er viðkomandi, álítandi og sakligt, tá talan er um tíðindi og upplýsing annars
· veitir brúkaranum atgongd til týðandi upplýsingar og orðaskifti um avgerandi samfelagsviðurskifti
· vendir sær til nógvar avmarkaðar áhugabólkar og til ein størri skara
· gevur brúkaranum gott innlit
· er dygdargott
Rigmor Dam, mentamálaráðfrú, vísir í viðmerkingum til frágreiðingina á, at Kringvarp Føroya er ogn Føroya fólks.
– Tað er natúrligt, at miðilin er opin fyri kjaki um endamálið við Kringvarpinum, og møguleiki skal vera fyri at siga sína hugsan um sendingar og tænastur. Rís og rós eiga at verða brúkt uppbyggjandi fyri at økja um nøgdsemið hjá brúkarunum, sum eru grundarlagið undir tilverurætti Kringvarpsins, sigur hon og heldur fram.
– Tað er mín vón, at public service-sáttmálin, orðaskiftið á tingi um sáttmálan og teir karmar, vit kunnu bjóða Kringvarpi Føroya, kunnu virka við til, at vit fáa ein óheftan public service-stovn í fólksins tænastu, sum vit øll kunnu standa saman um. Tað er av alstórum týdningi, at Kringvarp Føroya í øllum virksemi sínum viðurkennir, at kravið um óheftni, fjølbroytni og ópartískheit er serliga stórt í Føroyum, her at kalla eingin kapping er um tíðindaflutning frá øðrum óheftum miðlum. Vit skulu ongantíð gloyma, at ætlanin við einum public service-sáttmála er ikki, at landsstýrismaðurin og Løgtingið skulu leggja seg út í ábyrgdina av skránni ella frælsið Kringvarpsins at leggja innihaldið og útsjóndina til rættis, sigur landsstýriskvinnan við ábyrgd av Kringvarpi Føroya.
Útvarpsparturin í Kringvarpi Føroya fyllir 60 ár í februar. Landsstýriskvinnan heldur, at einki er meir upplagt enn, at vit við einum nýggjum public service-sáttmála ynskja stovninum blíðan byr í komandi tíðum.