Tað sigur Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna hjá Javnaðarflokkinum.
– Vit fóru til val upp á at stytta arbeiðsvikuna og at gera tíðina á arbeiðsmarknaðinum betri. Og tað skulu vit á mál við, endurgevur Dimmalætting hana fyri at siga í Løgtinginum í dag.
Har vísti hon á, at samgongan hevur arbeitt við at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar, soleiðis sum Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi lovaðu í valstríðnum. Og sum tað eisini er felt í samgonguskjalið, har tað stendur »Arbeiðsvikan verður stytt niður í 37 tímar. Trípartasamráðingar verða tiknar upp um at stytta arbeiðsvikuna við einum tíma annaðhvørt ár, til hon er komin niður á 37 tímar. Arbeiðsvikan verður skipað við lóg«.
Hetta arbeiðið er steðgað, og nú staðfestir løgmaður, at tað er ikki undirtøka í samgonguni fyri at stytta arbeiðsvikuna við lóg.
– Tí vænti eg - eg gangi simpulthen út frá - at man kemur við eini loysn upp á at stytta arbeiðsvikina, gjørdi Ingilín Didriksen, greitt í Løgtinginum í dag, skrivar Dimmalætting.
Lesið eisini: Hetta er avtalubrot í samgonguni











