Allir tríggir føroyingarnir í bestu svensku hondbóltsdeildini vóru í leiki í kvøld, og harímillum var ein føroyingauppgerð.
Í Partille eydnaðist tað Ísaki Vedelsbøl og liðfeløgunum í Sävehof í einum málríkum dysti at vinna 39-36 á Tróndi Mikkelsen og liðfeløgum hansara í HF Karlskrona. Í steðginum var Sävehof á odda 21-17.
Ísak skoraði tvey mál upp á fýra málroyndir, og Tróndur skoraði eitt mál upp á tríggjar málroyndir. Tróndur legði eisini upp til eitt mál (assist).
Sävehof er nummar fýra í deildini við 19 stigum, og Karlskrona er nummar átta við 15 stigum.
Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby taptu á útivølli 30-32 fyri Alingsås. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-14.
Rói kom til 16 málroyndir, og hann setti helvtina í netið. Hann gjørdist toppskjútti hjá Hallby við átta málum, umframt at leggja upp til tvey mál.
Hallby er nummar 11 í deildini við 12 stigum. Í teimum seinastu fýra dystunum hevur Hallby bert megnað tvey stig.
Annan jóladag klokkan 12.15 spælir Sävehof dyst á heimavølli móti Västerås. Sama dag klokkan 15 spælir Hallby dyst á útivølli móti Alingsås. Og sama dag klokkan 16 hevur Hallby dyst á heimavølli móti Kristianstad.











