Axel á Mølini: Dramatiska ferðin við Niels Finsen í 1939

Tað hevur ofta staðið á hjá føroyskum sjó­monn­um. Fleiri ferðir hevur tað verið tætt við teim­um heilt stóru van­lukku­num. Eitt dømi var Waagen í 1888 á veg heim úr Íslandi við nógv­um útróðrarmonnum. Eitt ann­að dømi um hetta er ferðin í 1939 heim úr Grønlandi hjá Niels R. Finsen við fleiri hundrað útróðrar­monn­um. Niels J. Arge hevur frásøgn um hesa hend­ing í hansara bók Teir tóku Land. Men í 1972 hevði Eyðun Andreas­sen samrøðu við Axel Dals­gaard úr Skálavík, sum eis­ini var við. Tað sum Axel ikki hevur tikið við, hava vit úr frásøgnini hjá Niels Juel. Tær flestu myndirnar eru eisini úr hansara bók “Teir tóku land”

Grønlandsútróður hevði stóran týdning fyri Føroyar í mong ár. Hann var eisini ein partur av politiska orðaskiftinum. Ein tann fremsta grundgeving fyri samband við Danmark var, at uttan ríkisfelagsskap mistu vit rættin til hendan útróður. Men hetta er so alt søga.

Fyrstu royndirnar hjá føroying­um undir Grønlandi vóru í 1906. Fiskiskapur við skipum byrjar rættiliga í 1920-unum, og hann kom at hava sera stóran týdning fyri okkara samfelag í nógv ár. Her var eisini talan um útróður frá skipum.

Tað var í 1934, at føroyingar av álvara byrjaðu at rógva út frá landi í Grønlandi. Tann fyrsti sum royndi hetta var Elias Johannesen, Birtu Lias (1877-1954), sum var úr Miðvági.

Í 1935-36 varð gjørd ein stór­­­sligin roynd við eini flótandi útróðrar­støð, og var hetta Anana, har manningin tilsamans var 160.

800 mans søktu til Grønlands

Men fyrstu ferð føroyingar í stór­um tali fara til Grønlands at rógva út frá landi var í 1939. Nú varð loyvi fingið umframt í Føroyinghavnini eisini at rógva út í Ravnsoynni og Tovqussak.

Í samráðingum, sum høvdu verið í Keypmannahavn hetta árið, hevði stjórnin játtað at virka fyri, at føroyingar fingu tvær, kanska tríggjar støðir á landi.

Tað var lýst í bløðunum eftir monnum, sum høvdu áhuga, og hann var stórur. Heilir 800 menn søktu. Hetta sigur nakað um, hvussu stórt arbeiðsloysi var tá. Kanska var tað eisini hugurin at royna nakað nýtt.

Ætlanin var at taka til í stórum og at loyva 500 monnum at fara. Til tess at stuðla hesum varð tann 17. mars stovnað lutafelagið Útróðrarfelagið Grønlands. Mill­­um nevndarlimirnar var Poul Juel Djurhuus, Havn, ið tá var formaður í Føroya Fiski­mannafelag. Hann var beiggi Hans Andrias Djurhuus, sum var umrøddur í seinastu Miðviku.

Ætlanin var, at hvør maður skuldi inngjalda kr. 25. Teir vóru spurdir, um bátaløgini kundu veita vissu fyri, at teir høvdu ræði á góðum, rúmligum bátum við motori, og um teir kundu skaffa skúrar til goymslu og at búgva í.

Ætlanin var at leiga tvey skip at fara til Grønlands við fólki og útgerð.

Tað gekk tó ikki so væl at fáa fígging. Hetta var ein verkætlan, sum var ætlað at kosta kr. 400.000, og hetta var ikki smá­pengar tá í tíðini.

Tá ið avtornaði var “bert” møgu­ligt at geva 225 monnum hendan møguleikan at fara til Grønland, men hetta var framvegis eitt stórt tal. Menninir vóru úr øllum landinum, úr Svínoy til Mykinesar og Sumbiar.

Útróðrarfelagið noyddist at læna kr. 60.000 til hesa ætlan. Síðan leigaði felagið danska damparan Niels R. Finsen hjá felagnum Dansk-Norsk at flyta menninar við bátum og útgerð fyri summarið. Skipið skuldi so eisini koma eftir teimum tíðliga um heystið.

Bátsmanningarnar vóru 41 í tali og vóru býttar við 21 til Tovqussak og 20 til Ravns Stóroy. Fíggjarliga var skipað soleiðis fyri, at menninir skuldu gjalda sín part av kostnaðinum fyri at fáa hetta í lag, og kostnaðurin varð so tikin burtur av úrtøkuni.

Farið var av Havnini til Grøn­lands seinnapartin í mai.

Við sær yvir til Grønlands høvdu teir allar bátarnar og annars alla útgerð, sum kravdist. Tað var salt, proviantur, bensin, olja og ikki minst tilfar til skúrarnar, sum hvør bátsmanning skuldi hava.

Tað hevði ikki verið róð út í hesum plássum fyrr. Tí høvdu teir skúrarnar við úr Føroyum. Teir vóru gjørdir í Havn og settu teir upp har yviri.

Túrurin gekk gott yvir, og teir høvdu tað gott, men umstøðurnar umborð vóru vánaligar. Skipið var als ikki útgjørt til so nógv ferðafólk. Menninir lógu allir á millumdekkinum, har koyggjur vóru settar upp, og her var eisini skaffað. Vaskirúm og toilettir funnust ikki. Teir høvdu gjørt tvey hús á dekkinum, sum vóru nýtt til kokkahús. Onkrir av føroyingunum vóru kokkar fyri føroyingarnar umborð á túrinum.

Menninir vóru allir fegnir og gleddu seg til at sleppa at royna fongríka grønlendska havið, so at teir kundu forvinna til lívsins uppihald hjá konum og børnum.

Fyristøðumaður í Ravns­oynni var Birtu Lias úr Mið­­vági, sum helt til í Kontrollør­vík­­ini. Í Tovkuqussak var tað Johan Samuelsen, úr Sumba, seinni kendur sum naviga­tións­skúla­lærari. Teir báðir høvdu verið á hesum plássum fyrr.

Birtu Lias hevði samband við Føroyingahavnina. Haðani fingu teir tað, sum teir annars høvdu brúk fyri, og sum teir ikki høvdu havt yvir við. Hann var ógvuliga fittur.

 

Komið verður til Grønlands

Teir komu fyrst til Tovqussak, og her var lossað upp tann partur av lastini, sum skuldi higar. Her lógu teir í hálv triðja samdøgur, og ravnsoyggjamenninir hjálptu hinum at seta skúrarnar upp. Afturfyri skuldu hesir hjálpa ravnsoyggjamonnum at skipa fiskin umborð til heimferðina.

Útróðurin í Tovqussak byrjaði 21. juni, og teir fingu gott veður alt summarið. Teir høvdu 102 dagar til útróðurin, og av teimum vóru bert tveir uppløgudagar. Teirra veiða gjørdist tilsamans 717 tons.

So var farið suður í Ravns­oynna. Veðrið var so gott, at teir fyri tað kundu sovið úti. Her skuldi so eisini knossast í land. Helmað var ikki í í hálvtriðja samdøgur, sum hetta arbeiði tók. Teir fingu bert hvíld eina løtu uppá fýra tímar.

Síðani fóru teir at seta skúrar­nar upp. Teir vóru soleiðis inn­­­rætt­aðir, at í aðari helvtini var kók­að og sovið. Í hinari var saltið, og her skuldi fiskurin saltast.

Tá ið skúrarnir vóru komnir upp, varð saltið koyrt í land. Alt gekk annars gott. Men fiskaríið var mislukkað, serliga har suðuri, har var lítið av fiski.

Mest varð róð við línu. Til agn høvdu teir steinbít, lira (eitt slag av steinbíti) og kalva. Viðhvørt var farið suður um oyggjarnar sunnanfyri Ravnsoynna. Her var nakað av fiski ta einu tíðina. Annars varð róð bæði norður eftir og beint úteftir.

Eina viku fingu teir nakað av flatfiski. Tá fingu teir tríggjar ella fýra ferðir uppí bátin. Teir fingu post eina ferð fyri summarið og kundu í gomlu bløðunum frætta »seinasta nýggja«.

Tá komið var til ólavsøku sóu teir, at her fór lítið at koma burturúr, og tá komið var út í august var tað greitt, at árið var mis­eydnað. Tað einasta teir vistu við vissu vóru útreiðslurnar, sum ikki slapst undan. Ringasti mánaði var september. Tá var veðrið so ólaga­­ligt, at teir høvdu bert tveir ella tríggjar útróðrardagar um vikuna.

Ravnsoyggjamenninir fingu 660 t. Hjá teimum var fiskurin størri enn í Tovqussak og gav hetta hægri miðalprís. Í miðal fingu bátarnir 170 skippund. Útróðrardagarnir høvdu verið 60.

Tann besti báturin við seks monnum fekk umleið 285 skip­pund í saltfiski. Hetta var báturin Valarin hjá Paula Johannesen. Báturin hjá Óla Groth Johannesen úr Dali, har Axel var við, fekk 255 skippund ella væl oman fyri miðal. Tann lakasti fekk 125 skippund.

Justines í Oyndarfirði, sum var supercargo við Niels R Finsen, helt at fiskaríið hevði gingið væl eftir umstøðunum. Men fiska­gongd­­in hevði júst hetta árið verið meira óvanlig, tí fiskurin hevði ikki stað­ið so nógv inni við land sum vanligt.

Tá ið teir fóru heim, blivu skúr­­ar­nir standandi eftir saman við sjey bátum. Teir roknaðu við at koma yvir aftur árið eftir, men her kom heimsbardagin ruddiliga í vegin.

 

Óttaðust fyri ikki at sleppa heim

Meiningin var, at Niels R. Finsen skuldi koma aftur eftir teimum í september, men tá er tað, at 2. heimsbardagi er byrjaður. Hetta merkti, at skipið varð seinkað. Hetta var eitt sindur kritiskt sum heimsstøðan var, og tað vóru menn sum óttaðust fyri, at teir als ikki fóru at sleppa til hús.

Teir fylgdu væl við, og hvønn dag fingu teir eina maskin­­skriv­aða radioavís frá kontrolløri­num. Tá vóru teir nógv meira spentir uppá radioávísuna enn uppá fisk. Teir vóru sum rímiligt er sera spentir uppá gongdina í krígnum. Men her var ikki talan um hugalig tíðindi, so væl sum tað gekk týskarum at byrja við.

Tað var eisini liðið so nógv út, at fiskurin hevði undir øllum umstøðum minkað av sær sjálv­­um. Hetta vóru spennandi og keði­ligir dagar at bíða til damparin kom.

So upprann tann dagur, tá ið tað frættist, at Niels Finsen var komin til Tovqussak, og tá ið hann var liðugur har, kom hann til Ravnsoynna. Teir skipaðu umborð tað, sum skuldi heim við.

Teir sigldu úr Ravnsoynni 16. oktober. Ein slík seinkan kann merkja nógv fyri veður hesa tíðina á árinum.

Axel sigur, at honum dámdi sera væl at rógva út burtursæð frá tí, at ov lítið var av fiski. Hetta hevði dámað honum nógv betri enn at vera við slupp.

Á ferðini heim vóru 250 mans, 34 útróðrarbátar og 1325 tons av saltfiski. 11 bátar vóru á dekki­num, so teir saman við teimum trimum bjarg­ingar­bátunum hjá skipunum kundu taka alt fólkið, um illa vildi til. Á dekkinum vóru eisini 109 full lýsiføt umframt mong ásett bensin- og oljuføt.

Alt, sum var á dekkinum var væl og virðiliga surrað. Á lasta­lúkurnar vóru lagdar tríggjar presendingar, hvør oman á aðra at tryggja, at menninir skuldu vera turrir í lastini. Tvær lúkur vóru at ganga upp og niður av dekkinum

 

Buldrasliga heimferðin

Axel sigur, at teir høvdu gott veð­ur fyrst á ferðin. Tann 18. á mid­nátt, tveir dagar aftaná frá­­ferðina, vóru teir á Kappanum nær­indis landi. Tað var nærum sum á gólvinum so slætt, og tað var fullmáni. Men tað var nógvur streymur. Axel mintist, hvussu tað holaði á sjónum av berum streymi.

Tað var á sama hátt sum á ferðini yvir, at teir búðu á millum­dekkinum. Tey kokkahúsini, sum høvdu verið umborð á ferðini yvir, høvdu verið tikin burtur, men vóru nú sett aftur uppá pláss.

Axel minnist, at onkur tók til, tá teir fóru úr Grønlandi, at tað var munur á at vera við einum slíkum stórum fartoyi, og so við eini lítlari slupp.

Tað var eisini givið, at man føldi seg nógv tryggari. Men teir fingu annað at síggja.

Men kl. 6 um morgunin vóru teir í eini orkan. Skipið sigldi upp við Eysturgrønland alla náttina. Tað segðist, at skiparin sigldi tann vegin, tí hann var bangin fyri at koma inn á rutuna hjá Amerikalinjuni.

Kríggið var jú byrjað, og skip­arin var bangin fyri kavbátum. Tað var eisini frætt frá bumbaðum skipi á hesum leiðum.

Axel sigur frá, at nakrir mans fóru upp á dekkið, og vóru sera bilsnir at síggja, hvussu veðrið var. Tá lá hann og andøvdi og hevði lagt upp ímóti vindinum. Men hann hevði so lítla kraft, at hann var ikki mentur at halda honum uppi. Tá ið Axel kom uppá dekkið hevði hann fingið ein sjógv, so annað kokkahúsið, tey vóru sum hjallar so stór, var farið úr surringini og lá skorað millum ruffið og lúnningina. Allir bátarnir á lúku 1 og 2 vóru í sori. Kommandobrúgvin var eisini brotin í bakborð.

Ein av føroyingunum varð settur upp á brúnna at varskógva fyri sjógv.

Axel minnist, at hann hitti Óla Groth, sum hann róði út saman við. Hann segði, at “nú restaði lítið í hjá sær”. Men Axel spurdi ikki meira. Hann skilti seinni, at Óli varð slongdur av brúnni fram í gron og síðan aftur eftir móti brúnni, men hann fekk ikki eitt prus.

Teir blivu liggjandi, men so fór skipið at lensa, tað vil siga at sigla undan vindinum. Men tá ið teir høvdu siglt nakað komu teir í ein sjógv, sum var eitt grunnbrot. Nakrir útróðrarmenn vóru á dekkinum, men tíbetur ikki nógvir. Sjógvurin hevði fylt uppá brúnna. Teir vóru nakrir, sum stóðu framvið verandaini beint undir stýrihúsinum. Tá er tað, at teir komu í hendan sjógvin.

Tað var ikki brot, sum ein van­liga sær úti á havinum. Hetta var boðabrot. Tað vóru jarnstúttur, sum stóðu framvið hesi niðaru brúnni upp undir stýrihúsið, har menn stóðu og stýrdu. Axel minnist, at hann tók hendurnar um eina av hesum jarnstúttunum. Hann bleiv hangandi, men hann fleyt í sjónum og var slongdur aftur og fram.

Afturi á dekkinum var sama skil, og tríggir menn duttu niður á fordekkið. Tann eini var av Hellunum ella Oyndarfirði, hann breyt mjødnuna. Axel hoyrdi, at hann rópti Petur Hans úr Lopra um koma at hjálpa sær og at bera seg burtur.

 

Bert partur av skipinum undan

Tað sá út, sum um tað bara var tað, sum var frammanfyri brúnna, sum var undan á skipi­num. Skipið mestsum stóð í sjónum. Sjógvurin tyktist at trekkja skipið til sín. Tey siga at maskinan sló bakk, og tað kom snúur í róðurstammuna, men hon brotnaði tíbetur ikki.

Tá ið tað fjaraði av aftur og Axel hugdi rundan um seg, sá hann eina rúgvu av tunnum. Teir høvdu tømt livratunnur í havið fyri at kyrra sjógvin.

Aftast á skipinum var eitt høli, sum teir brúktu sum sjúka­kamar. Har lógu tveir menn. Teir vóru Dánjal Klein, sum beint aftaná gjørdist formaður í fiskimannafelagnum og ein miðvingur. Teir lógu báðir sjúkir og hava ikki havt tað ov gott.

Telegrafisturin hevði eitt hús, sum stóð uppi á maskinruffinum. Tað fór fyri borð í heilum líki av hesum brotinum. Telegrafisturin lá niðri á dekkinum, tá ið avtornaði, og bjargaðist tískil.

 

Róðrið blivið fast

Tá ið teir fingu hendan sjógvin, tá kom róp av brúnni, at róðrið var blivið fast. Skipið kom tí at verða liggjandi tvøran. Tað stóðu fýra ella fimm bátar tvørtur fyri á trý lúkuni aftanfyri maskinrúmið. Tað sást einki aftur til teir. Men tað kundi verið verri enn so. Lúkurnar vóru øgiligar stórar. Hetta var jú ein gamal bátur. Eftir lúkuni lógu tveir sverir stokkar, har endarnir vóru boltaðir niður í dekkið fyri at halda lúkunum. Tann stóri feilur var gjørdur, hóast tað vóru nógvir góðir sjómenn umborð, at teir loystu boltarnar úr endunum á hesum stokkum, so teir kundu flytast eitt sindur út í borðið. So blivu bátarnir settir og surraðir niður. Teir hildu, at nú hildu surringarnar, so stokkarnir ongan veg skuldu fara.

Men surringarnar slitnaðu og stokkarnir fylgdu við. Nú er einki, sum heldur presendingunum á lúkunum uttan skálkijørnini. Hetta var nú so grúiliga óhugna­ligt. Tann fremsta lúkan stóð uppá glopp, so luft kundi koma niður til fólkið.

So har kom eini øgiligur sjógvur niður til teir, har fleyt alt, eisini seingjarklæðir. Nú fór ljósið eisini, so her hevur ikki verið stuttligt.

Her hevur verið nógv verri enn á dekkinum. Tað var eisini panikkur hjá nógvum. Men kortini komu ella sluppu menninir ikki upp. Tað hevði nú heldur ikki hjálpt uppá støðuna. Tá kundi eisini verðið eitt rættiligt mannfall.

Tað bøtti ikki um støðuna niðri undir, at bæði bensin og lýsi lak niður á millumdekkið.

Axel sá ein mann á dekkinum, sum var frá sær sjálvum. Men hann sissaðist aftur, og Axel bað hann koma at hjálpa sær.

Tá ið teir frættu, hvussu vorðið var niðri undir, og hvussu tað var við lúkuni, negldu teir so sekstumma seym upp í lúkuna og surraðu niður aftur í karmin. Maskinmeistarin gjørdi alt, hann kundi fyri at hugsa um manningina. Teir bóru dýnurnar niður á ketiltoppin at turka.

Meistarin var ein eldri maður, og Axel minnist, at hann segði, at teir kundu vera glaðir um, at teir høvdu fiskað so lítið. Tí tað var rættuliga vist, at var hann fult lastaður, so kom skipið ikki upp aftur. Tað hevði ikki hent seg.

Meðan skipið lá við síðuni til, fóru teir at koyra rovini av bátunum á nr. tvey lúkuni fyri borð. Har lógu einir tríggir bátar frammanfyri brúnni. Teir vóru farnir frá borðini og kjalarborðini lógu eftir, og motorarnir stóðu í teimum.

Bátarnir lógu og furaðu eftir presendingunum. Teir fingu ordrar til at fáa alt fyri borð. Hetta var spell, tí onkur av bátunum hevði spildurnýggja maskinu. Tað komu eisini fleiri mans upp úr lastini at hjálpa til.

Ein bátur varð standandi eftir har frammi í drukniholinum, teir kallaðu. Tað er tann fyrsta lúkan. Ein bátur var úr Øravík. Skuturin á honum var kvettur av. Skiparin var spurdur, um hesin bátur eisini skuldi fyri borð. “Nei, latið hann standa eftir, so vit hava okkurt at vísa,” var svarið.

 

Fýrarnir nærum kódnaðir

Tað kom eisini so nógvur sjógvur niður gjøgnum skorsteinin, at tað var líka við, at fýrarnir slóknaðu. Í maskinrúminum stóðu teir uppundir knøini av sjógvi. Hann bleiv so liggjandi tvørur, men tað kom ikki dropi inn á hann, meðan hann lá tvørur. Brotini vóru so stór uppi í lu, men tey komu ikki á teir.

Axel greiðir frá: “Vit gingu har og vistu einki. Men so møtti eg einum kvívíkingi, sum æt Zacharias Müller. Hann hevði verið skipari og var ógvuliga raskur maður. Vit møttust aftan fyri maskinrúmið, og vit søgdu líka sum báðir í senn við hvønn annan: “Latið okkum fara at vita, um vit síggja nakað”. Vit fóru at hyggja at róðrinum og sóu beinanvegin, at úti í borðinum, har sum ketan gekk inn til stýri­maskinuna, var ein jarnstong komin inn í blokkaskivuna. Ein upp­standari av gelendaranum, sum var uppi á maskinrúminum, hevði skrætt seg leysan. Hann kann ikki vera farin bert av einum sjógvi. Onkur lutur má hava rent seg á hann. Gelendarin við einum av sínum knøttum er so komin í blokkaskivuna.

 

Bert sleggjan lá eftir

Vit vistu, at amboðsskápið var har beint aftanfyri maskinrúmið. Tað var ein sver jarnhurð, sum var fyri. So var eisini ein høg jarngátt, sum ofta er umborð á skipi. Eg minnist, at fyrsti stýrimaður stóð upp við har. Eg talaði á stýri­mannin og spurdi, um hann mundi vita, hvar ein sleggja mundi vera. Eg visti tilvildarliga um hetta amboðsskápið frá túrinum yvir til Grønlands. Hann stóð bara har sum ein stútta, hann svaraði ikki. Eg sá, at hann var sjokeraður.

Tað vísti seg, at jarnhurðin var burtur. Alt var sleikt. Amboð var einki eftir, og alt var burtur uttan sjálv sleggjan! Hon var ikki farin um gáttina. So fóru vit við sleggjuni at royna at dríva hendan uppstandaran úr aftur blokkaskivuni. Tað lukkaðist, men tað var stríggið. Ein jarnskiva lá omaná blokkinum. Vit fryktaðu fyri, at hon fór at loypa uppav. So hevði verið galið, men hetta spældi væl av. So varskógvaðu vit teir á brúnni, og tá var í ordan.

Hatta var tað sum hendi við róðrinum við Niels Finsen. Tá fóru vit aftur at sigla undan.”

Axel helt, at tað er heilt vist, at teir eru komnir tvørtur um eina grynnu, tí teir vóru so nær landi. Tað vóru nógvir menn, sum hava brattan farið á hesum leiðum, men ein slíkan sjógv høvdu teir ikki sæð. Tað vóru eisini ordilig boðabrot.

 

Hans Pauli uttanborða

Tað hendi eingin mannskaði, hóast nógv stóð á. Tað kundi eins væl enda galið hjá Hans Paula Hansen úr Funningsfirði, sum var ein kelda hjá Niels Juel.

Hann fór fyri borð í einum broti. Eina ferð kemur ein endi í hend­urnar á honum. Hann hálaði í hann men fekk tað ikki at standa á. So tók hann og vavdi endan um vinstra arm, gjørdi eitt lítið stikk á og helt so við høgru hond. Til endan stóð á.

Tá skjeyt Hans Pauli upp úr sjónum. So djúpt lá skipið tá, at einki var undankomið av aftur­skipinum, men hann fekk hálað seg inn aftur og umborð.

 

Várharra setti ongan eftir, men tað gjørdi skiparin

Skiparin roknaði við, at skipið var farið at leka, og ætlanin var upprunaliga at fara inn á Reykjavík. Men tá tað var liðið eitt sindur frá vísti tað seg, at skipið lak ikki, hóast tað sum so var illa farið. Alt riggaði sum tað skuldi. Tískil varð avrátt saman við øllum umborð at seta kós móti Føroyum. Tað var sera stríggið tá, men man var so mikið ungur, at tað bilti ikki. Teir høvdu júst so mikið av mati hjá sær, at hann skuldi strekkja, so sum keks og margarin. Men nógv av matinum var blivin vátur, og tað gjørdist eisini svangligt sum frá leið.

Axel greiðir frá: “Hovmeistarin kókaði einar tvær ferðir kakao til okkara.

Skiparin skonkti snaps til matrósarnar, tá ið tað ringasta var av. Hetta hildu vit vera løgið, tí okkum leskaði hann ikki. Vit vóru einir 10 føroyingar, sum høvdu verið við á dekkinum. Eg fór til hovmeistaran at spyrja, um hann hevði eina fløsku. Hann bað meg trúgva sær, at hann átti hana ikki, men hann bað meg fara til skiparan.

Men tað tímdi eg ikki, tí eg hevði sæð hvørjum hann hevði skonkt fyri. Sigast kann, at næst eftir Guds hjálp, so áttu vit líka stóra æru sum teir fyri, at vit komu burtur úr tí.

Vit vóru á Havnini 24. oktober. Tað var ringt veður heim. Tað vóru eini 10 vindstig í eini tvey samdøgur. Vit líka sum fylgdust við óveðrinum. Men annars var eingin vandi“.

St Jaques kom eisini heim í hesum veðrinum. Hann var eisini um Kappaleiðina. Teir høvdu eisini ringt veður, men fingu tó ongan skaða.

Justines í Oyndarfirði var við til Grønlands við Niels R Finsen, og hann var eisini við nú. Tað segðist, at hann var ísloðsur.

Tað segðist eisini, at hann hevði skipað fyri at fara upp við Eysturgrønland av ótta fyri kavbátum.

Justines segði annars, at teir høvdu ikki borið boð í bý, høvdu teir ikki havt hesar mongu røsku útróðrarmenninar umborð.

Inntøkan fyri árið var 150 kr. Høvdu annars roknað við kr. 250, sum eisini vildi verið vánaligt. Tá var eingin minstaløn, so hetta gjørdist eitt soltið summar.

 

Trupulleikar við trygging

Tryggingarnar, sum høvdu við hesa ferð at gera, fingu úr at gera. Tað tók sína tíð at fáa teir spurningar greiddar. Men her stóðu so nógvir útróðrarmenn bátleysir, og okkurt mátti gerast.

Heitt varð á tingið um annað­hvørt at veita studning, lán ella veðhald til at keypa bátar fyri teir, sum teir høvdu mist. Tað vóru 8- og 10, mest 10-mannafør, og kostaðu millum 2.500 og 4.000 krónur hvør. Hetta vóru fleiri ársinntøkur tá í tíðini.

Útróðrarmenninir gingu út frá, at bátarnir vóru tryggjaðir, men vistu ikki, fyri hvussu nógv, og ei heldur, nær hesin peningur varð tøkur.

Løgtingið helt seg ikki kunna ganga áheitani á møti, men samtykti tríggjar vikur seinni at áleggja landsnevndini at eygleiða málið, og at veita umsøkjarunum neyðuga hjálp.

 

Aftaná kríggið

Føroyingar byrjaðu so smátt aftur at rógva út frá landi í Grønlandi í 1949, og í 1950 var byrjað í Føroyingahavnini. Tann fyrsti samskipaði útróðurin aðrastaðni var aftur i Ravns Stóroy og Tovqussak í 1952. Útróðurin helt á fram í 60-ini ella kanska fyrst í 70-ini. Tá var henda tíðin av.

Fullfíggjaða søgan um hesa tíðina er í bókarøðini Teir tóku Land hjá Niels Juel og Jógvan Arge.

--------

Um Axel Dalsgaard

Axel Dalsgaard (1901-1980) var vanliga nevndur Axel á Mølini. Hann var sonur handilsmannin Waldemar á Mølini (1866-1951), ið var Dalsgarðssonur. Kona hansara var Sunneva úr Búri í Skopun (1872-1947).

Kona Axel, Astrid (1905-1985) var ættað úr Skopun. Børnini hjá teimum vóru Borghild, Palli, Valdemar, Tønner, Eyðstein og Ásla.

 

Axel var bilførari á fyrsta bilinum, sum kom til oynna í 1923, kommunan átti bilin. Tá var øll oyggin ein kommuna. Mesta koyringin tá mundi vera postflutningur eftir oynni, sum kommunan hevði ábyrgdina av. Tey fyrstu árini búði Axel á Sandi. Í 1927 bygdi hann hús í Skálavík og flutti hagar at búgva. Hann gavst at koyra hjá Sanda kommunu fyrst í 30-unum og var av og á til skips, men var annars heimamaður.

Tá ið vegmenninir blivu settir um landið, ein til hvørja kommunu varð hann vegmaður fyri Skálavík. Hetta arbeiði hevði hann til miðskeiðis undir seinna kríggi. Tá ið Sands kommuna segði postflutningin frá sær, fekk hann postin aftur at flyta millum bygdirnar inntil tað almnena yvirtók hendan flutning. Hansara seinastu arbeiðsár var hann flekjari í Føroyingahavnini í Grønlandi.

Júst henda frásøgnin er eitt gott dømi um frásagnir, sum liggja, og sum ikki eru komnar fram alment. Tað er soni Axels Palla fyri at takka, at hetta íkastið til okkara fiskimannasøgu nú kemur fram. Takk skal hann hava fyri tað.

Hóast frásøgnin um ferðina hjá Niels R Finsen ikki eru ókend, so eru í hesi frásøgn greitt frá viðurskiftum, sum ikki hava verið frammi fyrr.