Axel Olsen í Giljum, Hvalba

Minningarorð

Harrans vegir eru ikki okkara vegir, ella Gud hevði aðra ætlan við honum, eru orð vit mangan hoyra, og eisini trúgva, vit vita tað er so, men hóast tað, so hava vit kanska hug at seta spurnartekin, hví skuldi tað henda? Hví skuldi tú so brádliga rykkjast burtur, bert 39 ára gamal, tí Gud hevði aðra ætlan við tær. Ongin spurvur fellur til jarðar, uttan hansara vilja.

Tú vart so glaður og spentur at skula royna nakað nýtt, tað var langt at fara heilt til Suðurafrika, so tú ætlaði tær at verða burtur nakrar túrar út í eitt, men so skuldi ikki verða.

Hugur tín hevur altíð staðið til sjógvin, ongin kundi forða tær at fara til skips, tú vart ikki í iva um, at títt lívsstarv var sjólívið, tað á landi kundu hini taka sær av.

Tú vart eisini ein av okkara raskastu sjómonnum, mangir av teimum ungu á fyrsta túri hava verið glaðir fyri tína hjálp umborð, tú spardi ikki teg sjálvan.

Í nógv ár sigldi tú norðuri í Klaksvík við Seglhússkipunum, bæði ísfisk og saltfisk, og dámdi tær ógvuliga væl at sigla við hesum skipum. Steðgurin var ikki altíð so langur millum ísfiskatúrarnar, men suður mátti tú, heim ein túr til tey tú vart so ótrúliga góður við, og sum eisini vóru so ómetaliga góð við teg.

Tú segði ofta, tá tú vart við saltfiskabátunum, at tað var annarleiðis at fara avstað har norðuri frá, tær dámdi tað betur. Ongantíð aftur skalt tú stevna yvir um hav har frá, skipini eru ikki í somu vinnu sum tá tú sigldi við teimum. Alt her á jørð hevur tíð sína, og nú var so eisini títt tímaglas runnið út.

Hesa seinastu tíðina sigldi tú við trolara og dámdi tær tað væl, yvir 30 túrar út í eitt ? vart tú við so vart tú við. Men línufiskaríi vildi ikki rættuliga sleppa takinum í tær, so tá ein gamal skipari hjá tær ringdi og bað teg koma við sær til Afrika, hevði tú ikki leingi um at taka støðu, tíðin var kanska eisini til at royna nakað nýtt. Sjálvandi var tað tungt at fara beint áðrenn jól, men tú gleddi teg at skula verða saman við systir tíni ein dag í Keypmannahavn, tit stóðu hvørjum øðrum ógvuliga nær, líka so væl sum Noomi og Danjal eisini gjørdu tað, altíð fór tú inn á gólvið har uppi fyrst, tá tú kom aftur av skipi, síðani oman gjøgnum bøin við klæðsekkinum á rygginum fyri at verða ynsktur vælkomin heim og umfevndur av foreldrum tínum.

Tað hevur verið stuttligt og gevandi at kenna teg, tú vart ein góður vinur. Hóast nógvan mótgang, hevði tú serligar gávur altíð at koma við tí góða, líka mikið hvussu hini vóru ímóti tær, so hevði tú altíð gott at bera teimum.

Sunnudagin 8. mars legði tú Suðuroyarfjørð aftur um bak fyri seinastu ferð. Tín vakt er av, ongantíð aftur skal nakar brotasjógvur koma óvart á teg.

Góðu Astrid, Niels Pauli, Malan, Flóvin, Danjal, Noomi, Martin, Trondur og lítli Rókur, tað eru nógv, ið luttaka í stóru sorg tykkara, tað var ein stórur skari, ið var komin saman at siga eitt seinasta far-væl. Má Harrin styrkja tykkum øll í tíðini, sum kemur.

Við hesum fáum orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um mín góða vin Axel.


Ein vinur