Tað hevur verið tosað um fiskivinnureform. Hann verður helst av ongum. ? Tað hevur verið tosað um kommunureform. Hann verður helst av ongum. ? Og um fólkaskúlareform. Hann verður helst av ongum. ? Og um miðnámsskúlareform. Hann verður helst av ongum. ? Tað hevur verið tosað um ein reform, sum skal effektivisera tann almenna sektorin. Hann verður helst av ongum. ? Tað hevur verið tosað um nýtt, tættari og betri samstarv við ES. Tað verður helst av ongum. ? Tað hevur verið tosað um olympiskan limaskap. Hann verður helst av ongum. ? Og um skattareform. Hann verður helst av ongum. ? Og um orkupolitiskan reform. Hann verður helst av ongum. ? Hugskot og tankar tróta ikki. Men sum gjáarfundurin gjørdi so pínliga greitt: samgongan hevur so veika leiðslu, at hon megnar einki at fremja. ? Fáa fólk so einki fyri atkvøðurnar og allar pengarnar, sum tey mugu stoyta niður í politisku skipanina? ? Megnar skipanin ikki at gera nakað sum helst? ? Á jú! ? Bíða bara! ? Vit venda aftur til fleiri valdømi!!!