Bíða eftir býráðnum

Av praktiskum orsøkum var køkurin í dansihøllini hjá Dansifrøi fluttur, og tað hevur skapt so stórt órógv, at arbeiðið heilt er steðgað

Málið um bygningin hjá Dansifrøi niðanvert høllina á Nabb hevur verið uppi og vent í miðlunum fleiri ferðir.

Av fyrstan tíð varð tað lagt út sum at bygningurin var stoyptur upp speglvent av tekningini, men hetta var kortini ikki so. Í upprunaligu tekningini vendi dansihøllin eystureftir móti R. C. Effersøsgøtu, men eftir at byggiloyvi var givið, flutti býráðið bygningin aftur og fram umframt at kravt varð, at byggiøkið varð lækkað 2,8 metrar.

- Vit í bygginevndini mettu tá, at eftir flytingina fór virksemið í bygninginum at verða so mikið órógvað av eitt nú ferðsluni á R. C. Effersøsgøtu, at tað fór at ganga út yvir bæði tiltøk í húsinum og útleigumøguleikunum. Tí gjørdu vit av at flyta køkin frá vestaru síðu av bygninginum til eystaru síðu, sigur Høgni Mikkelsen, formaður í bygginevndini.

Flytingin av køkinum førdi so við sær, at rýmingarleiðirnar eisini vórðu fluttar frá eystursíðuni til vestursíðuna. Men hetta góðtók Tórshavnar kommuna ikki og kravdi, at rýmingarleiðirnar vórðu fluttar aftur til vestursíðina út móti R. C. Effersøsgøtu.

- Tí varð gjørt av, at fáa nýggjar broyttar bygningstekningar sendar inn til kommununa, har køkurin varð minkaður, so pláss var fyri teimum báðum neyðútgongdunum eystur móti R. C. Effersøsgøtu. Hetta var gjørt 18. august og 17. september, sigur Høgni Mikkelsen.

Responsurin frá Tórshavnar kommunu er, at nú er talan um eitt heilt nýtt byggimál, og bygginevndin stendur sum Kánus.

 

Vilja til semju

Tá stríðið tók seg upp, hótti umsitingin við fútabanni, men tá valdi bygginevndin sjálv at steðga byggingini. Hetta hendi 2. juli, so nú hevur arbeiðið staðið stilt í fleiri enn tríggjar mánaðir.

- Vit hava regluligt samband við býráðið, og samskiftið hevur alla tíðina verið sera positivt. Men vit mugu ásanna, at tað dregur út, sigur Høgni Mikkelsen.

Samstarvið við býráðið er sum nevnt gott, og gjørdur er ein samstarvsavtala við Tórshavnar kommunu um at ungdómurin frá Margarinfabrikkini fær innivist í dansihølunum hjá Dansifrøi, har tey eisini fáa egin hølir til bæði skrivstovu/fundarhøli og goymslu.

- Bæði borgarstjórin, kommunustjórin og politikarar sum heild eru sera positivir og fyrikomandi, og tí er tað so ørðkymlandi, at tað gongur so seint við viðgerðini, sigur Høgni Mikkelsen.

Bíðitíðin fer tó ikki heilt til spillis.Bygginevndin kannaralternativar orkumøguleikar, og hevur verið í samband við bæði persónar og virkir við vitan innan ljós, hita og ventilatión.

Tá bygningurin er innilokaður er ætlanin, at seta ein arbeiðsbólk, sum saman við bygginevndini skal koma við hugskoti til litir og annað, ið kann hugna um hølini.

 

Gamalt mál

- At byggingin steðgaði gongur sjálvandi út yvir arbeiðstakarar og tíðarætlan. Men tíbetur hava arbeiðstakarar verið ógvuliga tolnir, og tað eru vit sera takksamir fyri, sigur Høgni Mikkelsen.

Hann væntar annars, at dansihøllin fer at standa liðug umleið átta mánaðir eftir, at arbeiðið verður tikið upp aftur.

- Tá talan er um eitt áhugafelag ber illa til bara at trýsta og krevja. Tað vinnur tú lítið við. Tað er nógv betri at samráðast seg fram til loysnirnar, sigur Høgni Mikkelsen.

Talan er annars um eitt rættiliga gamalt mál, bæði so og so. Tað var longu í januar mánaði 1973, árið eftir, at Dansifrøi varð stovnað, at felagið søkti um byggiloyvi hjá órshavnar kommunu fyrstu ferð.

Síðani tað hevur málið við jøvnum millumbilum verið uppi og vent á aðalfundunum, og partur av limagjaldinum hevur verið markaður til ein húsagrunn.

Uppruna ætlanin var, at fleiri feløg skuldu húsast í sama bygningi, men tað dróg út við bygging av hesum húsinum, sum kommunan skuldi byggja, og seinni tók felagið so støðu til at byggja egin hølir. Nú í vár var komið so mikið langt, at klárt var at fara undir bygging, men so steðgaði málið altso fyrst í juli, tá bygginevndin sjálv steðgaði arbeiðinum.

Nú er so einki annað hjá bygginevndini at gera, enn at bíða til umsitingin hjá Tórshavnar kommunu er liðug at viðgera seinastu broytingina.