Bíða eftir hinum feløgunum

Smáu fakafeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum fara ikki til samráðingar, so leingi sum stóru feløgini eru í seming

1. juli søgdu tey sjey smáu feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum sáttmálar sínar við Fíggjarmálaráðið upp. Tey sjey feløgini eru Almanna- og heilsurøktarafelagið, Bioanalytikarafelagið, Ergoterapifelagið, Fysioterapeutfelag Føroya, Føroya Psykiatrifelag, Kost- og føðslufelag Føroya og Ljósmøðrafelag Føroya.
Av tí at tey einki frættu aftur, bóðu tey Fíggjarmálaráðið um fund, og hesin fundirn var hósdagin í seinastu viku.
- Vit bóðu un fundin fyri at vita, hvat Fíggjarmálaráðið ætlaði. Við at siga upp 1. juli var tað eitt tekn um, at vit vóru til reiðar at koma til samráðingar, sigur Majbritt Mohr vegna tey sjey feløgini.
Smáu feløgini ætla tó ikki at hava felags samráðingar.
Hesi feløgini hava verið ótolin eftir at sleppa til samráðingar, men nú samráðingarnar hjá stóru ffeløgunum eru slitnaðar, og semingsmenn komnir uppí, halda tey tað vera líka frætt at bíða.