Svangaskarð: Rógvi Jacobsen spældi allan dystin á tamb í álopinum móti Ukreina leygardagin. Mótstøðuliðið var gott og vøllurin ógvuliga ringur, so fortreytirnar fyri einum góðum úrsliti hjá honum og restina av liðnum vóru ikki tær bestu.
– Tað var torført at spæla og ógvuliga tungt. Men tað var galdandi fyri báðar partar, so tað skal ikki vera nøkur undanførsla, segði troytti Rógvi Jacobsen, tá hann var komin undan brúsuni, og hevði skift váta og dálkaða leikbúnan út við ein turran venjingarbúna.
– Nei, tað var ikki nakað gott úrslit. Vit kunnu sjálvandi ikki krevja ov nógv, men man er sjáldan nøgdur við at tapa, so vit bíða framvegis eftir einum góðum úrsliti, segði Rógvi Jacobsen.
Mann heldur enn bólt
Rógvi Jacobsen var tó hampiliga væl nøgdur við spæli hjá føroyingum.
– Vit standa væl á vøllinum, og teir fáa ikki nøkur gjøgnumspæld álop sum so. Men tað eru hesi innleggini, sum koma, har vit hyggja í so nógv eftir bóltinum, heldur enn at fokusera eitt sindur meir upp á mannin, segði Rógvi Jacobsen.
Stórur munur á tapum
Hóast hann ikki er heilt nøgdur við úrslitið, so sigur klaksvíkingurin í føroyska álopinum seg merkja eina ávísa framgongd á liðnum:
– Vit síggja nógva framgongd á liðnum. Hópurin er eisini breiðari nú, har er kapping um hvørt pláss og so er hetta fyrsta ferðin síðani Jógvan Martin tók við, at vit eru fullmannaðir. Tað er rættiliga gott at síggja!
– Moralurin er góður góður, og tað er stórur munur á at tapa 6-0 og 2-0. Men vit bíða framvegis eftir einum góðum úrsliti, og vónandi kemur tað mikudagin, segði Rógvi Jacobsen.