Bíblian orð Guds ikki mannaorð um Gud

Richard Danielsen

Hans Andrias Sølvará ger við hjálp frá einum professara í fornfrøði og einum søgufrøðingi eitt øgiligt álop á skriftirnar í Dimmu nr. 19. Hann pettar gamla testamenti sundur, klárt til at koyra í pappírskurvina.

Nú kann Hans Andrias halda hvat hann vil um skriftirnar, sum eru komnar frá jødunum og velja at trúgva at teir hava verið lygnarar og fólkaforførarar, og heldur trúgva fornfrøðingum og søgufrøðingum frá nútíðini, sum gera seg klókar uppá tað, sum er hent fyri 4.000 árum síðani. Men eg veit so mikið at Hans Andrias vil fegin rokna seg ímillum tey kristnu og bera kristinnavnið. Kristinnavnið stammar frá teimum fyrstu kristnu, teimum sum trúðu boðskapinum, sum ápostlarnir kunngjørdu, ápostlasøgan kallar tey eisini »tey sum hoyrdu til vegin«. Boðskapurin, sum tey tóku ímóti, var jú, at Jesus frá Nazaret var sonur Guds, var deyður og upprisin og at við trúgv á hann er frelsa at fáa fyri okkum fortaptu syndarum.

Lat okkum nú hyggja eitt sindur at hvat Jesus segði um skriftirnar, gamla testamentið. Trúði hann á tær ella helt hann tær vera mytur og óálítandi sagnir.

Tá ið Jesus verður freistaður av djevlinum brúkar hann skriftirnar at verja seg við hvørja ferð. Matteus 4. kap. 1.-11. vers. Jesus trúði á tað, sum Móses segði. Matt. 23,2-3 og Markus 12,28-31 og Jóhannes 5,46-47. Jesus trúði tí, sum Bíblian sigur frá um Ábraham, Ìsak og Jákup, at teir hava livað og liva enn heima hjá Gudi. Mark. 12, 26-27 og Jóh. 8,56-58. Jesus trúði øllum, sum profetarnir hava talað. Lukas 24,25 og hann lærdi lærisveinarnar út frá Mósesi og frá øllum profetunum. Luk. 24,27: Hann byrjaðu nú frá Mósesi og frá øllum profetunum og útlegði fyri teimum tað, sum í øllum skriftunum var sagt um Hann. Hatta kann vera nokk.

Bert hesar viðmerkingarnar til seinast.

Í greinini stendur at Ísrael var tvey ríki áðrenn Dávids dagar. Tað sigur Bíblian einki um.

Eisini stendur at Josias kongur fór undir at nýskipa jødadómin við templinum í Jerúsalem, sum miðdepli. Bíblian sigur júst tað øvugta. Josias royndi at fáa fólkið aftur til tað upprunaliga, eftir Móselóg, aftaná at lógbókin var funnin í templinum, har hon hevði ligið burturgloymd.

Framvegis stendur í greinini at einki bendur á, at ein fólkastreymur - massive population - hevur farið fram frá Mesopotamia til Kánaan tá. Tað stendur tað heldur ikki nakað um í Bíbliuni. Hon tosar um eina familju, Ábraham, pápa hansara og bróðursonin Lot.

Ein viðmerking afturat. Teir siga seg vita at egyptar høvdu ógvuliga væl vard marknalið um ta tíðina, tá ið ísraelittarnir flýggjaðu úr Egyptalandi, so tað er óhugsandi, at so stór fjøld er flýggjað uttan at tað sæst aftur í egyptiskum keldum. Ísrael flýggjaði ikki úr Egyptalandi. Hava nøkur marknalið verið har, so hava egyptar sjálvir latið tey upp, tí Bíblian sigur, at egyptar strongdu á fólkið at fáa tey avstað, tí, sum tað stendur, teir søgdu: Vit doyggja hvør ein. Hetta tí allir teir frumbornu vóru júst tá deyðir. Seinasta plágan.