Nakað fyri seinastu jól savnaðust fólk í Bø at vita, um tað mundi bera til at fáa í lag eitt kór at syngja jólasálmar í kirkjuni sunnudagin millum jól og nýggjár.
Tiltakið var so væleydnað, at fólk fingu hug at hittast aftur nakrar ferðir til framhaldandi kórsang. Og nú sunnudagin 28. apríl, bjóðar kórið til konsert í Bíggjar Kirkju kl.17.00, sum verður endurtikin í Sandavágs Kirkju kl. 19.30.
Á skránni eru sálmar, føðilandssangir og vársangir, nakrir norðurlendskir kórsangir og onkur altjóða kirkjukórsatsur frá eldri tíð.