Bæði flogførini høvdu sama brek

Tey bæði SAS-flogførini, sum neyðlendu í Aalborg og Vilnius, høvdu sama brek Litavska skaðanevndin, sum hevur kannað Dash8-flogfarið, sum neyðlendi í Vilnius, sigur í einari fyribilsfrágreiðing, at brek var í einum ávísum luti í teirri hydraulisku lendingarskipanini.

Politiken skrivar, at talan er um júst sama brek, sum danska skaðanevndin fann í flogfarinum, sum neyðlendi í Aalborg.

27 Dash-flogfør hjá SAS standa framvegis, og sambært Politiken sleppa tey neyvan aftur á flog í bræði.