Bæði stjórin og stýrið í SEV fáa kanska sekkin

Hurlivasin um gegnistrupulleikan hjá stjóranum í SEV í sambandi við Vágatunnilin, hevur nú eisini breitt seg til stýrið fyri SEV og nú skal umboðsnevndin taka støðu til framtíðina hjá bæði stjóra og stýri

Gegnistrupulleikar

?Sera álvarsligt.
So stutt lýsir Hans Tausen Olsen gongdina í SEV hendan seinasta mánaðin.
Hans Tausen Olsen er formaður í umboðsnevndini hjá SEV, sum er hægsti myndugleiki hjá elfelagnum.
Og tað, sum hann sipar til er tvístøðan, sum Klæmint Weihe er í við tað, at hann bæði er stjóri í SEV og formaður í nevndini fyri Vágatunnilin.
Hendan tvístøðan gjørdi, at Klæmint Weihe var ógegnigur, tá ið SEV viðgjørdi mál, um høvdu við Vágatunnilin at gera.
?Tað ber ikki, at Klæmint Weihe kann sita øðrumegin borðið sum formaður fyri Vágatunnilin og søkja SEV um eitthvørt og at síðani setir seg hinumegin borðið sum SEV stjóri at viðgerða umsóknina.
Hendan tvístøðan førdi til, at málið varð tikið upp í stýrinum fyri SEV og tað endaði við, at Klæmint Weyie miðskeiðis í november fekk eina átalu, umframt at hann skuldi taka seg úr nevndini fyri Norðoyatunnilin.
Samstundis skuldi hann ikki taka lut í málsviðgerðum í SEV, sum høvdu við Vágatunnilin at gera. Hesar málsviðgerðir skuldi deildarleiðarin á innleggingardeildini, hava.
Harafturat skuldi stýrið endurskoða innanhýsir mannagongdirnar í SEV.
?Klæmint at Weihe helt, at Vágatunnilin og Norðoyatunnilin hingu so neyvt saman, at hann spurdi um hann kundi bíðað við at taka seg úr Norðoyatunlinum til Vágatunnilin varð tikin í nýtslu og hetta játtaði stýrið honum.
Hans Tausen Olsen sigur, at hetta var ein munnlig avtala.
--Men hann sigur, at hóast SEV stjórin fekk átalu og hóast hann ikki skuldi vera við í málsviðgerðin hjá SEV í sambandi við Vágatunnilin er onki broytt.
?Vágatunnilin varð tikin í nýtslu 10. desember og Klæmint Weihe er ikki farin úr Norðoyatunlinum enn!
?Og Klæmint Weyie tekur enn lut í málsviðgerðum í SEV, sum hava við Vágatunnilin at gera. Men tað, sum er ógvuliga álvarsamt, er, at stýrið góðtekur tað, hóast sama stýrið gav honum átalu í november.
Sjónvarpið tók málið upp og Hans Tausen Olsen er eitt sindur argur um, at Klæmint Weyie bæði í Útvarpinum á nýggjárinum og í bløðunum nú um dagarnar, hevur gjørt tað til, at tað er eitt persónligt álop á seg frá umboðsnevndarformanninum.
?Fyri so vítt er tað persónligt, tí tað slepst ikki undan. Tað er ikki stjórastarvið í SEV, sum er ógegnigt, Tað er Klæmint Weihe, sum situr í stjórastarvinum, sum er ógegnigur, tí hann er eisini formaður fyri Vágatunlinum. Men tað er ikki persónurin Klæmint Weihe, sum er áhugaverdur.
Tað, sum Hans Tausen sipar til, er, at 17. januar í ár, hevur SEV stýrið eitt mál viðvíkjandi Vágatunlinum til viðgerðar.
À tí fundinum er eisini Klæmint Weyhe sum umboð fyri SEV, men hann tekur lut í orðaskiftinum um Vágatunnilin, hóast hann er ógegnigur.
Hetta hevur fingið tann eina stýrislimin, Dia Poulsen, av Nesi í Vági, at klaga stýrið fyri Umboðsnevndini við kravi um, at avgerðin í stýrinum verður ógildað.
Umframt at klaga um ógegnið hjá stjóranum, sigur Dia Poulsen, at málið var ikki á skránni til hendan stýrisfundin og uppskotið var heldur ikki sent stýrislimunum undan fundinum.
Hann sigur eisini, at stýrið hevur heldur ikki havt høvi til at viðgera eina frágreiðing og eitt tilmæli frá deildarleiðaranum á innleggingardeildini, hóast hetta júst hevði við umrødda mál at gera.
Á stýrisfundinum gjørdi Dia Poulsen vart við, at hann kundi ikki taka undir við uppskotinum, tí tað átti at kannast nærri, kanska við løgfrøðiligari hjálp.
? Eg meti hetta mál so álvarsligt at umboðsnevndin eigur at taka upp hesa kæru og ógilda avgerðina, sigur Dia Poulsen.

Umboðsnevndin kallað saman
Hans Tausen Olsen sigur, at hann nú hevur kallað umboðsnevndina saman og hon fer at viðgera málið 17. februar.
Sjálvur metir hann málið sera álvarsligt bæði fyri stjóran og fyri stýrið, í nú er tað ikki nóg mikið við tí, ar stjórin heldur fram við sínum ógegniga virksemi, men nú er tað enntá við vælsignilsi frá stýrinum, hóast stýrið hevur samtykt, at hann er ógegnigur.
?Men tað tykist ikki, sum um at stjórin vil góðtaka, at hann er ógegnigur, tí hann hevur verið við í viðgerð mál í SEV, sum hevur við Vágatunnilin at gera, eisini eftir at hann formliga hevur fingið fráboðan um at hann er ógegnigur.
Eitt nú hevur hann, eftir at hann fekk átalu, tikið deildarleiðaran á innleggingardeildini av ræði í sambandi við el-innleggingar í Vágatunnilin.
Samstundis hevur stýrisformaðurin hildið frágreiðingina og tilmælið frá deildarleiðaranum um hetta sama mál, loyniligt fyri hinum stýrislimunum á fundinum 17. januar, eins og Dia Poulsen ger vart við.
Hvat niðurstøðan hjá umboðsnevndini verður, er ilt at spáa um, men Hans Tausen Olsen útihýsir ikki, at tað kann enda við, at bæði stjóri og stýrið fáa sekkin frá umboðsnevndini, so álvarsligt heldur hann at málið er.
?Ein avleiðing kann vera, at umboðsnevndin samtykkir eitt misálit á stýrið og so má tað leggja frá sær.
Hans Tausen Olsen sigur at umboðsnevndin kann ikki lata tað fara aftur við borðinum at stýrið tilætlað heldur eitt tilmæli frá einum deildarleiðara loyniligt, serliga tá ið stýrið sjálvt hevur samtykt, at sami deildarleiðari at vera málsviðgerari í samband við Vágatunnilin. Tað kann geva mistanka um ósakliga viðgerð í stýrinum og sostatt hevur umboðsnevndin skyldu at taka málið upp, sigur Hans Tausen Olsen.