Bæði á talvuna

Tá Russland í gjár minkaði um munin í dystinum móti Spania, var enn eitt petti av EM-søgu skrivað. Umframt at talan tá gjørdist um málríkasta dystin higar til í hesum endaspælinum, so var talan nevnliga eisini um fyrsta dystin, har bæði liðini komu á talvuna. Higar til hevur talan bert ta einu ferðina verið um málleysan javnleik, men í øllum øðrum førum hevur altso annað liðið verið einsamalt um málskjótingina.