Gongdin hevur ikki verið tann allarbesta í hesum kappingarárinum hjá Neistanum og H71. Undan innanhýsis dystinum sunnudagin liggja tey á ávikavist 5. og 6. plássi, og tí verður lagt upp til eitt brak í botninum henda dagin.
Gongdin hjá Neistanum hevur ikki verið serliga góð síðstu dystirnar, og í seinastu sjey dystunum hava teir bert fingið eitt stig, sum teir fingu síðsta vikuskiftið í Vestmanna.
Hjá hoyvíkingum hevur heldur ikki gingið heilt eftir vild, men í endaspælinum hava úrslitini verið á eini leið. Í fyrstu fýra dystunum hava teir fingið trý stig, og vinna teir dystin á Neistanum, so kunnu teir sleppa av aftasta plássinum, og kanska blanda seg uppí stríðið um heiðursmerki.
Hesi bæði liðini hava møtt hvørjum øðrum tvær ferðir fyrr í ár. Fyrsta dysturin var í høllini á Hálsi, og her vann Neistin tryggan sigur, men í seinna dystinum var H71 oman á. Hesa ferð vunnu teir trygt, og tí kunnu áskoðararnir vænta ein spennandi dyst sunnudagin.