Bíðið við Eiði 2

Viðv. Eiði 2 og kæru frá FNU til úrskurð friðingarnevndarinnar fyri Eysturoyar Sýslu sambært skrivi dagfest 6. juni.
Nevndin fyri Føroya Náttúruverndarfelag, FNU, hevur á fundi 10. juli viðgjørt málið viðv. Eiði2 og framhaldandi vatnorkuútbyggingar í Eysturoy og landinum sum heild.

Vit loyva okkum at vísa til at FNU frá byrjan av Eiðisverkætlanina legði áherðslu á at umráðandi var at fara upp í hæddina við vatngoymsluni. Hetta fyri partvís at fáa sum mest av orku og partvís fyri at varðveita so stóran part av áunum sum gjørligt.
Hesum fekst ikki undirtøka fyri sjálvt um serfrøðingar fra Berdal og táverandi Orkuráðnum høvdu sama tilmæli. Úrslitið av Eiði 1 og 3 síggja vit í dag. Áirnar eru turrlagdar og sermerkta náttúran, bygdaumhvørvið og møguleikin at njóta friðsæla og órørda náttúru er farin fyri skeytið í norðaru helvt av Eysturoy.
Nógva rumbli um árinskanningar vísir eisini at framferðarháttur og niðurstøður í vatnorku-útbyggingunum ikki eru sambærligar við tær ásetingar, ið onnur lond brúka í líknandi verkætlanum. Staðfesting í árinskanningini av Eiði 1 og 3 av náttúru á landi og sjógvi, at einki árin sæst ella kann mátast, er ikki á nakran hátt haldbært. Lívfrøðingar vita at lívfrøðilig tilgongd gongur yvir fleiri áratíggir, og tí ikki gevur nakað haldbart grundarlag at gera niðurstøðu út frá, fá ár eftir at inntriv er gjørt í náttúruna og umhvørvið.

Grundgeving fyri at ikki er neyðugt at fremja árinskanningar av Eiði 2 við ávísing til at slík kanning er gjørd áður og enntá fyri heilt annað økið, er tí púra burturvið. Norðara helvt av Eysturoy kann ikki samanberast við syðru helvt. Álvarsligt spurnartekin kann setast við árin á lívfrøðina í Sundinum har allar áir við Eiði 2 ætlanini hvørva. Vit síggja hvussu turr t.d. Vesturdalsá er vorðin. Alt tos um at vatnútskiftingin í Sundalagnum verður so og so nógv procent minni, er undanførsla og uttanumtos. SEV hevur sjálvt ført fram at tað er bert tá áarføri er, at feskt vatn rennur í áirnar. Alla summarhálvuna er lítið vatn og kemur tí ólag í vistfrøðiligu skipanina tá áirnar koma at liggja turrar mesta partin av árinum. Hvørji árin hetta hevur er uttan iva av stórum týdningi.
Skálafjørður, sum er tann fjørður, ið hevur lægstu útskifting í landinum, misti við Vesturdalsá stóran part av feska vatninum í innara parti av fjørðinum. Framhaldið av Eiði 2 er Eiði 4, ið er vestari armur á Skálafjørðinum. Hetta er næsta stig í Eiðisverkætlanini. Við tí ætlan SEV hevur í syðru helvt av Eysturoy vil tað, ið eftir er av lívi í Skálafjørðinum hvørva og fjørðurin doyggja. Harnæst kann tørvur og nýtsla av feskum vatni til búseting og vinnuvirki blíva ein stórur trupulleiki.

Nevndin loyvir sær at vísa til ásetingar í Náttúrufriðingarlógini, ið á ongan hátt kunnu loyva at farið verður fram soleiðis sum lagt er upp til í Eiði 2 og 4 verkætlanini.
Afturat Náttúrufriðingarlógini eru altjóða sáttmálar m.a. Rio-sáttmálin og fylgjandi Norðurlendska Umhvørvisætlanin frá 1998, ið Føroyar samtyktu at taka undir við. Her verður áherðsla løgd á, at umhvørviskrøv skulu takast við í málsviðgerð í øllum størri verkætlanum, ið hava inntriv í náttúru og umhvørvið. Sagt verður at verkætlanir skulu verða burðardyggar á tann hátt at tríggjar meginreglur fyrst skulu lúkast. Síðan koma onnur krøv til mentan, siðalæru, frítíðar- og onnur áhugamál, ið eisini gera seg galdandi í málsviðgerðini.
Tær tríggjar meginreglurnar eru:

1.Verkætlanir skulu, í hesum føri orkuverkætlan, geva so stóra úrtøku sum gjørligt.
2.Verkætlanir skulu í samfelagsligari heildarmeting vera búskaparliga skilagóðar.
3.Verkætlanir skulu taka øll neyðug fyrilit fyri vernd av náttúru og umhvørvi.

Hesar meginreglur, líkasum áður nevndu áhugamál, eru ikki gingin á møti í framdu verkætlanum á Eiði, og er enn minni lagt upp til at fremja nakað, ið líkist burðardyggari menning í syðru helvt av Eysturoy.

Umrødda sera týdningarmikla hædd á vatngoymsluni og innsavning av regnvatni í somu hædd er minsta krav til einhvørja vatnorkuútbygging. Vit loyva okkum her at seta spurning um hvussu tað ber til, at onnur verkætlan lagd út í kortið nevnd Víkarvatn, ið liggur í norður  eystara parti av Streymoy, gevur fyri hvønn ferðkilometur 2,6 ferðir so nógva orku sum Eiði 1 og 3 tilsamans, og enntá til helvtarkostnað ?

Sum Eiði 2 er lagt upp til at verða framd, verður eitt orkutap á nógvar mill. kilowattímar vegna tað at frástøðan norður til vatngoymsluna á Eiði er so stór, um 20 kilometrar. Hæddarmunurin er um 100 metrar frá Gjógvará.
At borimaskina ikki skal kunna snara við minni radius enn longri niðri í lendinum er lítið virðiligt at føra fram av tøkniliga vitandi monnum.

FNU vil mæla til at verkætlanaruppskotið frá Berdal á Veðranesi, Orkuráðsins tilmæli frá 1986 at savna vatn í 300 metra hædd til verandi Eiðisvatn, og uppskot FNU´s at gera savningarbrunn í 300 metra hædd Skálafjarðarmegin við tilhoyrandi orkuverki, verða tikin fram aftur og kannað nærri.

Føroya Náttúruverndarfelag vil vísa til at landsstýrið í løtuni arbeiðir við gerð av nýggjari el-veitingarlóg og at uppskot skal leggjast niðan í Tingið til heystar. Lógin leggur upp til at tað í framtíðini verður landsstýrið, ið fær allar heimildir í framhaldandi orkuútbyggingum. Árinskanningar skulu fremjast og landsplanskipan skal gerast har orkuøki skulu leggjast út, og fara vit tí at heita á yvirfriðingarnevndina at útseta eina støðutakan til nýggja lógin er samtykt.

Vit vilja eisini her vísa til at alneyðugur tørvur í løtuni ikki er á vatnorkuútbyggingum. Onnur nýggj tøkni ger stór framstig í hesum tíðum, og nýggj orkusparandi tøkni verður sett upp í heimum sum á virkjum.




Vinarliga

nevndin fyri Føroya Náttúruverndarfelag

Kári Thomsen
Zakarias Wang
Eliesar Olsen
Anna Antonisen
Leivur Nattestad
Óli Mikkelsen
Erling Simonsen