Søgulig semja
? Hetta var ein søguli semja.
Jan Mortensen,stjóri í Vinnuhúsinum er fegin um, at tað eydnaðist at finna semju ímillum arbeiðsgevrarnar og arbeiðarafeløgini.
Hann sigur at hetta er fyrstu ferð í hansara tíð, at samráðingarnar hava gingið so væl.
Arbeiðsgevarnir halda, at teir hava latið meiri enn teir hava ráð til, tá ið teir hugsa um kappingarførið í framleiðsluvinnuni.
Hinvegin síggja teir eisini veruleikan í eyguni og ásanna, at arbeiðsfólkið á privata arbeiðsmarknaðinum eisini hevur krav uppá lønarbatar.
-? Men vit mæla staðiliga á politiska myndugleikan um at tálma almennu útreiðslunum og um at steðga yvirbjóðingini á almenna lønarmarknaðinum, sigur Jóhan Páll Joensen, formaður í arbeiðsgevarafelagnum.
Jan Mortensen sigur, at ein orsøk til, at samráðingarnar gingu so væl, vatr, at báðir partar gjørdu sær veruligan ómak fyri at koma til semju.
-Í so máta var tað ein heilt annar hugburður til hesar samráðingarnar enn tað plagdi at vera, sigur hann.
Hann sigur, at hetta var fyrstu ferð í hansara tíð, at partarnir tordu at fara undir veruligar samráðingar.
Hann sigur, at tað vanliga hevur verið er, at partarnir hava hildið kortini so tætt at kroppinum, at tey hava ikki tort at boðað frá, hvat tey veruligavildu fyri ikki at avdúka ov nógv um, hvat tey vildu góðtaka.
Tað var øðrvísi í hesum samráðingunum, tí hesuferð tordu partarnir at samráðast.
- ? Og tá ið samanum kom, haldi eg at vit hava fingið eitt úrslit, sum vit eru nøgd við.
MYND AV JAN MORTENSEN
Hetta er fyrstu ferð í mínari tíð, at samráðingarnar hava gingið so væl, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum