Báðir undirsjóvartunlarnir hall

Bæði Vágatunnilin og Norðoyatunnilin høvdu hall fyrra hálvár Báðir undirsjóvartunlarnir høvdu hall fyrra hálvár í ár. Hjá Vágatunlinum var hallið 400.000 krónur fyri skatt, og hjá Norðoyatunlinum var tað 2,3 milliónir krónur fyri skatt. Orsøkin til hallið hjá Norðoyatunlinum kemst millum annað av einum pumpuleidningi, sum skuldi umvælast í vár.

Bæði partafeløgini vænta, at alt árið 2008 eisini endar við einum halli, tí vøksturin í ferðsluni stegðaði í august.

-Eingin ætlan er tó um prísbroytingar í ár. Bæði feløgini eru væl fyri og tola eina afturgongd, sigur stjórin í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, Uni Danielsen, við útvarpið hjá Kringvarpinum.

Í august koyrdu 56.000 akfør gjøgnum Vágatunnilin, og tað var 0,8 prosent fleiri enn í august í fjør. Í Norðoyatunlinum er talið tað sama sum í fjør, 70.000 akfør.

Vøksturin fyrstu átta mánaðirnar í ár er 6,4 prosent í Vágatunlinum og 4,8 prosent í Norðoyatunlinum.