Bók gevur sjónveikum innlit í síggjandi heimin

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur í hesum døgum tiltiknu myndabókina Hin svanga ormveran hjá Eric Carle í kollveltandi nýggjum skapi. Myndirnar í bókini eru vorðnar kenslumyndir, har sjónveik fólk kunnu merkja seg fram til lutirnar á myndini, soleiðis at tey kunnu fáa innlit inn í síggjandi heimin

Sólin er gjørd úr glitrandi rufflutum pappíri, grasið er gjørt burturúr hørðum klædnastykki, træið er gjørt burturúr hørðum pappíri og súreplið er gjørt burturúr bleytum floyal. Jú, spennandi sær bókin Hin svanga ormveran hjá Eric Carle út. Tiltikna barnamyndabókin, ið er seld í umleið 25 milliónum av eintøkum kring heimin, verður í hesum døgum givin út av Bókadeild Føroya Lærarafelags í tøttum samstarvi við Blindastovn Føroya. Tí tilfarið í bókini er júst ætlað til sjónveik fólk, soleiðis at tey, ið ikki síggja myndabókina, kunna kenna seg fram til, hvat er á myndunum. Og tó, børn ið síggja, kunnu eisini fáa ein stóran ágóða av bókini.
-Børn hava altíð verið áhugað í at merkja ting fyri at vita, hvussu tey kennast. Tí kann henda bókin eisini avgjørt nýtast til børn, ið síggja. Men ætlaði høvuðsbrúkarin eru jú blind og sjónveik. Ikki bara børn, men eisini blind foreldur og ommur og abbar, soleiðis at tey eisini kunnu hava møguleika at lesa fyri børnunum, sigur Marna Jacobsen frá Bókadeildini.
At tað hevur verið brúk fyri hesum er Ruth Thomesen, ið er sjónveik, eitt gott prógv uppá.
Hon greiður frá, at hon fegin hevði viljað lisið myndabøkur fyri sínum børnum, tá ið tey vórðu minni, men av góðum grundum kundi hon ikki hetta, tí ongin tílík bók hevur verið til sjónveik.
27 ymisk sløg av tilfari eru brúkt til bókina, ið umframt hetta eisini er á blindskrift. Hetta er fyrsta bókin av sínum slag í Føroyum.
-Tað er einaferð fyrr komin ein myndabók út í til sjónveik í Føroyum. Eg haldi tað var ein bók um Flekk, men har var bara blindskrift, og so kunnu myndirnar jú rættiliga týdningarleysar, sigur Niels Jacob Thomsen frá Bókadeildini.

Bók úr India
Upprunaliga ætlanin til bókina kom frá einari bókamessu í Frankfurt í 2005. Har kom Bókadeildin í samband við eitt indiskt útgevarafelag, ið geva kenslubøkur til sjónveik út saman við einum hollendskum útgevarafelag. Og hetta samband er so í dag blivi til eina bók, ið øll sum hon er, er hondgjørd í India. Og tað hevur ikki altíð verið so lætt, tí indarar skilja ikki føroyskt.
-Føroysku stavirnir vóru ikki altíð á rætta stað, og uppruna teksturin trongdi til nógvar rættingar, men í dag haldi eg, at vit hava fingið eina vakra og góða bók burturúr. Ongin bók er tó líka, tí hon er hondgjørd, sigur Marna Jacobsen.
Móttøkan í Føroyum hevur verið góð, tí nógv hava áhugað í at ogna sær bókina.
-Fólk hava víst bókini stóran áhuga. Sjónveik og serliga barnagarðar vilja ognað sær bókina, sigur Marna Jacobsen.
Hóast hetta er fyrsta bókin av sínum slag í Føroyum, so kunnu fleiri tílíkar bøkur verða á veg.
-Hetta er ein rættiliga stórur marknaður. Og talan er í løtuni um at útgeva fimm fleiri tiltiknar barnamyndabøkur av sama slag. Nú fáa vit at síggja, hvussu áhugin verður fyri hesari bók, og so kann tað væl verða, at vit fara í holtur við at geva fleiri út, sigur Niels Jacob Thomsen.
Hin svanga ormveran er komin út í 50 eintøkum, hon kostar 350 krónur, og allur ágóðin fer til Arushi project í India, ið betrar um umstøðurnar hjá blindum og sjónveikum í Indiu.