Egon Øregaard og Óli Jacobsen fara at hugleiða, og MC Restorff fer at syngja. Kaffi, te og okkurt gott til góman verður at fáa.
Tað er Forlagið Leirkerið, ið hevur givið bókina út.
Ismar Joensen man í dag vera best kendur sum yrkjari. Fleiri munnu kenna sangir hansara „Summi fólk so fegin ganga“, „Nú farast allar rósur“, „Gróður og fleyr“, „Lindin møk“ og kanska tann nýggjasta „Dømið rætt“, sum bólkurin Tollarar og Syndarar (TOS) gav út fyrr í ár.
Ismar Joensen hevur skrivað, frá tí hann var heilt ungur. Sum 25 ára gamal fór hann undir at geva út andaliga tíðarritið „Ljós á leiðini“, sum kom út í nøkur ár. Hann smæddist ikki við at siga sína hjartans hugsan í føroysku dagbløðunum, tá ið hann helt tørv vera á tí. Hann skrivaði nokk so fitt av endurminningum heilt frá sínum barnaárum, men ikki minst frá sínum ungdómsárum, sum mundu vera meira hendingarík enn hjá teimum flestu.
##med2##
Ismar Joensen var íðin at kunngera orð Guds í talu fyri bygda- og landsmonnum sínum. Av og á talaði hann í útvarpi og sjónvarpi, men mest var tað í heimasamkomuni í Siloa, at hann virkaði.
Í bókini eru nógvar greinar, sum hann skrivaði í einum tíðarskeiði, sum fevnir um heili fimmti ár. Eisini eru nakrar av talum hansara komnar á prent.
Skrivað verður eisini um tíðina, tá ið Ismar Joensen var borgarstjóri í Fuglafirði umframt annað, sum er hent í Fuglafirði og í samfelagnum sum heild.
Bókini er prýdd við hópin av gomlum og áhugaverdum myndum, sum lýsa søguna í Fuglafirði og aðrastaðni kring landið.