Bókaummæli: Petur Jacob Sigvardsen: ”Mær er sagt um ein stað” Forlagið BÚGVIN

Nú um dagarnar kom ein prýðilig bók út!

Petur Jacob Sigvardsen hevur savnað meginpartin av øllum teim sálmum og sangum, hann hevur yrkt – og givið teir saman við teim stuttlestrum, hann skrivaði í Sosialunum seinast í 80-árunum – út í bók við heitinum ”Mær er sagt um ein stað”.
Bókin er ikki bara prýðilig við forsíðuvignettini hjá Edvardi Fuglø, ið man sipa til sinnopskornið, ið veksur seg so stórt at allir himmalsins fuglar kunnu búleikast í greinunum (Matt.13,31-32) – men innihaldið er eisini gott frækorn, nógv valakorn, og lítið er av dumbubosi.
Hervið er eisini sagt, at sjálvandi er misjavnt, hvussu sálmarnir, sangirnir og lestrarnir eru til dygdar, bæði innihaldsliga og málsliga – men av tí nógva góða sum er, fært tú munagott burturúr.
At sálmurin ”Mær er sagt um eins stað” er valdur sum heiti á bókini er væl skiljandi, bæði tí at hesin manna millum helst er tann mest umtókti av sálmunum hjá Petur Jakku, men eisini tí at longsulin eftir dýrdarstaðnum í tí høga er sum ein reyður tráður ígjøgnum meginpartin av bókini.
Kortini ikki soleiðis, at Petur Jakku lítisvirðir henda heim, hóast orð sum ”harmadalur” koma fyri, heldur tvørturímóti: Glæman úr dýrdarstaðnum skyggir eisini inn í heimin henda og fær okkum at elska lívið og tað land og tann heim, sum vit hava fingið litin til og ábyrgd av. Tað sæst í fleiri av sálmunum – helst í teimum nýggjastu, har eisini nútíðarhóttanir sum dálking og veðurlagsbroytingar verða nevnd, td. í sálminum ”Í góðsku síni”:
Gud fyrigev tú misbrot vár,
- tey margfald munnu vera!? Vit skoða nú tey ólívssár,
sum foldin øll má bera.
Gud, sýn tú okkum miskunn við,
at ikki næstu ættarlið
her vára syndir heysta.

Eisini er mangt sum minnir um Mikkjal á Ryggi. T.d. vælkendi sálmur Mikkjals ”Tú fylgdi mær fyrst” hevur fleiri líkar hjá Petur Jakku, t.d. ”Gud myndaði meg, tá ið gitin eg var”, ið enntá kann syngjast við sama lagnum! – og eins og Mikkjal tordi at nevna gerandisarbeiði og gerandisamboð frá sínari tíð í sínum sálmum, so nevnir Petur Jakku eisini nútíðarfyribrigdi sum td. peningarensl og vinnu ella td. røktarheim og stovnar ella einsemi í nútíðarsamfelagnum.
Og eins og Mikkjal yrkir Petur Jakku um frásagnir í Bíbliusøguni – og fleiri af hesum eru eftir mínum tykki millum bestu sálmarnar í bókini.
Sálmarnir um ’Símeon gamla’ ella ’Brúdleypið í Kána’ ella ’Blóðsjúku konuna’ eru bíbilskar vísur, tá ið tær eru best.
Og sálmurin um ’Illgresið í hveitini’ er merkisverdur, tí at Petur Jakku einans mælir til at lúka í egnum hjarta og ikki sum lærusveinarnir og prædikumenn ofta vilja: lúka í heiminum øllum!
Petur Jakku átti at sett seg niður og yrkt ein stuttan sálm til hvørt einasta sunnudagsevangelium, sum danska skaldið Jens Rosendal hevur gjørt á donskum – tað hevi verið ein fongur fyri eina komandi sálmabók!
Merkisverdur er eisini ’Hásongur kærleikans´eftir 1.Kor.13 ”Ei nakað her á foldum kann seg javnmeta við kærleikan” – sum eisini er orðaður so, at hann hóskar sum brúðarsálmur.
Nógvir av sálmunum eru lutherskir kjarnusálmar, td. tann, ið eitur ”Av trúgv aleina” – ella hesin: ”Trúgv er leiðin til Guds náði”, - men haldi eg kortini at lutherska dópsteologiin haltar ikki sørt í fjórða ørindi av tí annars frálíka dópssálminum ”Í Kristi ílatin vit eru vorðin tann dagin, vit til dópin vórðu borin”.
Bestir og inniligastir eru teir nýggjastu sálmarnir, sum viðgera iva og mótgongd og lívsins forgeingiligleika. Har kenst at Petur Jakku yrkir sínar persónligu sannroyndir – men kortini kann tað kanska vera nútíðarmenniskjum ovboðið bara at skula ugga seg við, at mótburður er Guds agi, ið skal styrkja okkum í trúnni.
Man tað ikki vera rættari at kalla meiningsloysi fyri meiningsloysi og ugga seg við, at Gud kann fáa tað besta burturúr øllum? Sum Petur Jakku eisini orðar tað í frálíka stuttlestrinum ’Kristus er friður okkara’: ”Hesin friður er líka veruligur, um vit eru stødd uppi á Tábors glógvandi tindum ella niðri í ivans og vantrúarinnar dimmu dølum. Kristus er friður okkara í lívsins skiftandi viðurskiftum og umstøðum.” (Meir um stuttlestrarnar seinni.)
Tær nógvu týðingarnar av íslendskum sálmum eru eisini gott íkast til føroyskan sálmasang, sum annars mest hevur tikið eftir donskum og norskum – og fyri fríkirkjurnar eisini enskum.
Millum sálmarnar, sum tykjast vera yrktir eftir umbøn frá streingjakórum, finna vit teir, sum eru gudfrøðiliga grynstir – og av teim elstu sálmunum frá 60-unum og 70-unum tykjast mær teir, sum Petur Jakku sjálvur hevur yrkt, vera mikið betri enn teir, hann hevur týtt!
Málsliga sniðið kann oftast ikki setast fingur á – og nú eg í eina viku havi sitið og lisið hart ella sungið fyri meg sjálvan alla bókina, havi eg neyvan nakrastaðni funnið nakran kink á lagnum ella rútmuni.
Og bara eina ferð havi eg rakt við, at Petur Jakku má hjálpa sær við eini kynsvilstari bending ”dýrdarans” fyri ”dýrdarinnar” til at fáa rím og rútmu at passa. Men tað má koma undir ”licentia poetica”!

Stuttlestrarnir eru ógvuliga katekismuskendir. Petur Jakku greinar kristnu gudfrøðina í hesum lestrunum – og ger tað við góðum innliti. Lestrarnir hava tí sjáldan dám av nøkrum aktuellum vandamáli ella spursmáli. Summir lestrar hoyra saman, har samanhangurin t.d. er pínslusøgan ella trúarjáttanin.
”Objektiva sáttarlæran”, t.e. sakligi týdningurin, sum Jesu líðing og deyði hevur fyri mannalívið, verður gjølla lýst. Flestu av lestrunum bera dám av góðari lutherskari ortodoksi, men summir eru av meira pietistiskum tilsniði, har lesarin javnan verður mintur á at ”taka ímóti Jesusi”. Tað kann skurra í oyrunum á okkum, sum heldur ugga okkum við trúnni á, at Jesus hevur tikið ímóti okkum!
Men Petur Jakku er sera bíbliukønur, so hugvekjandi og talandi eru teir kortini – og helst teir, sum mestsum bara eru endursøgn av eini bíbliusøgu, t.d. tann um heidna rómverska heryvirmannin, sum mátti siga ”Sanniliga var hesin maður sonur Guds” ella tann stuttlesturin, sum eitur ”Hvør er Jesus?”.

Samanumtikið kann sigast, at her er ein bók, sum øll, bæði prestar og onnur, ið skulu velja sangir ella sálmar, kunnu leita til – og sum vanligi lesarin kann nýta sær til uppbyggingar. Og so tey, sum í framtíðini skulu skipa nýggja sálmabók, ikki um at tala!