Bókin hevði fingið Eiler úr skápinum

Fólk sum Jógvan á Lakjuni hava bæði tilvitað og ótilvitað gjørt sera stóran skaða á nógvar føroyingar

Fólk sum Jógvan á Lakjuni hava bæði tilvitað og ótilvitað gjørt sera stóran skaða á nógvar føroyingar

 

– Eg fekk gásarhold av at lesa nýggju bókina »Kroppur, kenslur og kynslív«. Hevði ein slík bók verið til taks á føroyskum, tá ið eg, og ættarlið undan mær, vuksu upp, so hevði eg komið út fyrr, eins og færri samkynd høvdu hata seg sjálvi, goymt seg burtur í rúsdrekka og -evnum, gift seg við hinskyndum og í ringsta føri gjørt sjálvmorð.

 

Soleiðis skrivar Eiler Fagraklett, nevndarlimur í LGBT, á Facebook um bókina »Kroppur, kenslur og kynslív«., sum kom út í síðstu viku.

 

Hann er sera fegin um bókina og takkar Bókadeild Føroya Lærarafelag, Onnu Dalsgaard, Niels Jákup Thomsen og Bjørghild Djurhuus.

 

– Framtíðin er bjørt fyri komandi ættarliðum av væl upplýstum ungum føroyingum, skrivar hann.

 

Og tað váttar fyrrverandi stjórin á Føroya Skúlabókagrunni, Rógvi Thomsen, sum skrivar soleiðis:

 

Ja, tíðirnar broytast. Í 1987 var eg við til at geva út bókina: »AIDS og ung«, ið var ein viðgerð av sexualitetinum og vandanum við AIDS. Vit løgdu dent á at lýsa sexualitetin á ein góðan hátt, samstundis við at vit ávaraðu móti eini sjúku, sum heild væl eydnað. Men summi fingu ilt í reyvina av henni, og tosaðu um, at vit lokkaðu tey ungu í song við hvørjum øðrum, áðrenn tey vórðu gift.

 

– Á odda fyri hesi herferð móti bókini stóð Jógvan á Lakjuni úr Fuglafirði, tá var hann ikki blivin løgtingsmaður, skrivar Rógvi Thomsen.

 

Til tað svarar Eiler Fagraklett, at fólk sum Jógvan á Lakjuni hava bæði tilvitað og ótilvitað gjørt sera stóran skaða á nógvar føroyingar.