Bókin hjá Andy Mitten útgivin

Í dag er útgávudagur fyri bókina hjá kenda bretska fótbóltsrithøvundanum, Andy Mitten, sum er kendur fyri sínar greinar í fótbóltsblaðnum, ”FourFourTwo”.

Bókin nevnist ”Mad For It - From Blackpool to Barcelona, football´s greatest rivalries”. 26 grannauppgerðir úr øllum heiminum verða umrøddar í bókini. Andy Mitten nevnir grannauppgerðina, hann sá millum B36 og HB á ovara vølli í Gundadali, á hásumri í 2006 fyri tað ”einastu vinarligu grannauppgerðina í øllum Heiminum”. Allir fótbóltsáhugaðir og forvitnir føroyingar kunnu bíleggja bókina frá www.amazon.co.uk. Bókin er longu næstmest bílagda fótbóltsbókin hjá Amazon.