Bókin skaðar ongan

Annika Vang, nevndarlimur í LGBT, dugir ikki at síggja nakað galið í, at Hin stóra bókin um familjur er partur av barnalærdóminum hjá føroyskum børnum.

Annika er á ongan hátt skelkað av útsøgnunum hjá Bill Justinussen, sum nú vil hava fólk at beina bókina burtur. Men dugir illa at skilja grundgevingarnar í tí, sum løgtingsmaðurin førir fram.

- Tað, sum stendur í bókini, er alt almenn vitan, og sum so er minsti parturin í henni um samkynd foreldur, sigur Annika, sum eisini vísir á, at hetta jú er ein partur av veruleikanum.

- Vit sóu jú eisini í Degi og Viku, hvør hugburðurin hjá Bill til bókina var. Kanska fór kjakið tá eitt sindur av sporinum, tí málið hjá okkum er fyrst og fremst at broyta hjúnarbandslógina, sigur Annika, sum annars leggur afturat, at kjakið avgjørt hevur økt um áhugan fyri bókini.

Í vikuni var eg í einum bókahandli, og har fekk eg at vita, at síðani innslagið í Degi og Viku hevði verið á skíggjanum, høvdu tey selt eina rúgvu av bókum, so tað kunnu vit bara fegnast um, heldur hon.