Í dag frá klokkan 14 til 18 verður nýggja bókin hjá Birgari Johannesen, »Tórshavn árið 1900 løgd fram í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn.
Bókin »Tórshavn árið 1900« snýr seg um Havnina ár 1900. Tað er serliga søgan um tey 49 fólkini, sum fødd vórðu í Havn hetta árið. Hvat tey fingust við, hvaðani komu, foreldur teirra, hvør makin var, og hvussu nógv børn hesi áttu.
Bókin »Tórshavn árið 1900« er 111 síður, og eru í bókini 89 myndir. Bókin hevur fullfíggjað navnayvirlit yvir fólka, skipa- og staðarnøvn. Meginparturin av tilfarinum í bókini hevur ongantíð fyrr staðið á prenti.
Tað sum ger útgávudagin sermerktan er, at fleiri av børnunum hjá teimum, sum fødd vóru í Havn í 1900, verða til staðar í Tilhaldinum útgávudagin.
Bókin, sum verður løgd fram flaggdagin millum kl. 14 og 18, fæst eisini í bókahandlunum.