Hesin bóklingur er úrslit av verkætlan, ið Útlendingastovan og integratiónssamskiparin í Tórshavnar kommunu hava tikið stig til. Í verkætlanini hava sjey kommunur tikið lut. Stuðul til málmenning hjá børnum í 2018 frá Mentamálaráðnum er eisini latin hesi verkætlan.
Á skránni hósdagin er framløga av bóklinginum, nøkur orð frá landsstýriskvinnuni við mentamálum og høvi verður eisini at seta spurningar og annars skifta orð um evnið. Øll, ið arbeiða innan økið, og annars hava áhuga fyri evninum, eru vælkomin, verður sagt í tíðindaskrivinum.