Hvørja bók lesur tú í løtuni?
- Eg eri júst byrjað uppá sjálvævisøguna Slave, eftir Mende Nazer. Ein ótrúlig søga, har høvundurin greiðir frá, hvussu hon sum 12 ára gomul varð burturflutt og hildin sum trælur í átta ár. Tað ófatiliga við bókini er, at hendingarnar fóru fram í 1990unum, og at søgan hjá Mende bert er ein av mongum í Sudan, har trælahald enn er heilt vanligt.
Annars eru eg og átta ára gamla dótturin nú komnar til fjóðru Harry Potter bókina, sum eg lesi fyri henni á føroyskum. Eg eri ein minst líka stóru Potter fjeppari, sum hon, so tað var líka við, at eg eisini stóð í kø, tá Harry Potter and the Half-Blood Prince kom út í summar. Sjálv lesi eg bøkurnar á enskum, bæði fyri at halda málið við líka, men ikki minst tí ótrúligu, málsligu finessurnar eru ein sonn fragd.
Onkur krimibók liggur sum oftast eisini á náttborðinum, til dømis onkur hjá Dan Brown, Lisa Marklund ella norsku Karin Fossum. Eg skal helst hava okkurt at spennandi at lesa, har tað hendir nógv og sum fær meg at kobla fullkomiliga frá.
Er tað onkur bók, tú minnist serliga væl?
- Brøðurnir Leyvuhjarta og seinni Lev stærkt, dø ung vóru nakrar av mínum yndisbókum, sum eg las umaftur og umaftur.
Endurminningarnar hjá Nelson Mandela, Vejen til frihed, høvdu ómetaliga sterka ávirkan á meg. Øll hansara lívsáskoðan og evn-ini til ikki at dvølja við tað farna, men heldur hyggja frameftir vaktu veruliga nakrar tankar í mær. Tað er ótrúligt, at eitt menniskja sum Mandela, kann hugsa soleiðis, tá tú hugsar um hansara lív. Slíkt kundu vit uttan iva lært nakað av um okkara leiðir.
Hvør var fyrsta bókin, tú las?
- Tað minnist eg ikki, tí eg las so nógv ymiskt sum barn. Men eg minnist týðiliga, tá eg fekk mítt fyrsta lánarakort á Klaksvíkar Bókasavni. Man skuldi vera sjey ár fyri at fáa lánarakort og slapp at lána sjey bøkur í senn. So dagin eftir eg fylti sjey ár, spenaði eg oman á bókasavnið og slapp at lána átta bøkur. Dagin eftir bar eg tær oman aftur, tí tá hevði eg lisið allar.
Sum sagt, so las eg alt møguligt. Millum tær fyrstu hava nokk verið bøkurnar hjá Astrid Lindgren, Krummerne og onkur De fem bók, sum eg arvaði. Og ikki minst teknirøðir av øllum slag
Hvørja bók vildi tú ynskt, tú hevði lisið?
- Ringanna Harri hjá Tolkien. Eg var sera hugtikin av filmunum, men av onkrari orsøk eri eg ongantíð komin til at lesa bók-ina. Tað kundi verið áhugavert at fingið innlit í hesa søguna, sum hevur verið stóri íblásturin til Potter bøkurnar. Ringanna Harri er má tó metast at vera munandi djúpri - ikki minst tí søgan í stóran mun er allegorisk.
Hondina á hjarta - lesur tú altíð eina bók lidna?
- Ja, í allar allarflestu førum! Eg veit ikki um eg eri ov skikkilig, men tað virkar eitt sindur ófólkaligt, ikki at geva bókini en kjans, tá man er byrjaður uppá hana. Onkur kann gott liggja rættiliga leingi, men fyrr ella seinni lesi eg hana altíð lidna. De sataniske vers eftir Salman Rushdie var ein, sum eg byrjaði uppá fleiri ferðir uttan at koma víðari. Kanska eg samanbar ov nógv við aðrar bøkur hjá Rushdie. Tað kravdi eitt stórt renningarlop at kom í gongd av álvara, men tá vísti hon seg eisini at vera ein fín bók.