Bílig realkredittlán frá Húsalánsgrunninum

Aksel V. Johannesen, tingmaður
-----

Longu í heyst vóru greiðar ábendingar um, at Húsalánsgrunnurin í samstarvi við onnur kann veita realkredittlán við munandi bíligari rentu enn føroysku peningastovnarnir.

Beint fyri at val varð útskrivað í vár framdi Javnaðarflokkurin saman við Sambandsflokkinum og Tjóðveldi eina bústaðarpolitiska nýskipan, tá lív aftur bleiv blást í Húsalánsgrunnin. Allir flokkar á tingið tóku undir við ætlanunum uttan Fólkaflokkurin og tá málið varð við triðju viðgerð atkvøddu núverandi landsstýrismenninir hjá flokkinum – Jørgen Niclassen og Jákup Mikkelsen – ímóti.

Nú varðar annar nei-sigarin av Húsalánsgrunninum og tí er vandi fyri, at ætlaðu broytingarnar eru farnar í vaskið.

Yvirskipaða ætlanin við nýskipanini var at fáa Húsalánsgrunnin at virka sum eitt veruligt bústaðarpolitiskt amboð hjá politisku skipanini at røkka ymsum samfelagsgagnligum málum, ið ikki verða rokkin undir vanligum marknaðarfortreytum. Í stuttum vóru broytingarnar:

1) at Húsalánsgrunnurin sjálvur ella saman við øðrum kann byggja, eiga og reka leiguíbúðir og lestraríbúðir.
2) at Húsalánsgrunnurin kann veita lán til íbúðarstovnar og íbúðarfeløg, sum byggja ella útvega íbúðarhús.
3) at Húsalánsgrunnurin kann veita realkreditt at fíggja føroyskar bústaðir

Realkredittlán til føroysku familjuna
Longu í heyst fór Fíggjarmálaráðið undir at kanna møguleikarnar og grundarlagið fyri føroyskari realkredittfígging. Um tað vísti seg at grundarlag var fyri føroyskari realkredittfígging, sum var bíligari enn tann sethúsafíggingin, sum føroysku peningarstovnarnir bjóða, so skuldi Húsalánsgrunnurin umsita føroyska realkredittfígging til føroysku familjuna.

Í dag er tað soleiðis, at tú sum húsakeypari kann fáa donsk realkredittlán í gjøgnum føroysku peningastovnarnar. Føroysku peningastovnarnir samstarva við danskar realkredittstovnar og formidla lán til føroyskar lántakarar. Bankarnir taka eitt umsitingargjald á 1,9 prosent afturfyri ómakin, tað sonevnda bidragið, og ikki óvæntað rinda føroysku kundarnir munandi meira í umsitingargjaldi enn teir donsku. Hetta kemst m.a. av, at føroysku bankarnir veðhalda fyri donsku realkredittlánini.

Hvussu er og ikki, so er munurin stórur. Hóast umsitingargjaldið hjá donsku realkredittstovnunum varierar nakað, so kemur tað ikki uppum tað eina prosentið, svarandi til helvtina av tí, sum føroyski lántakarin skal rinda. Og tað eru nógvir pengar hjá einari familju. Situr tú t.d. í einum láni á 2 mió. krónur, so svarar eitt prosent í rentu til 20.000 krónur í rentu árliga ella knappliga 1.700 krónur um mánaðin áðrenn rentustuðul.

Og tað er her Húsalánsgrunnurin kemur inn. Húsalánsgrunnurin kann ikki veðhalda fyri lán, men greiðar ábendingar vóru í heyst um, at Húsalánsgrunnurin í samstarvi við onnur kann veita realkredittlán við somu treytum, sum danskir lántakarar hava. Umframt at verið ein kærkomin eyka lánimøguleiki fyri føroysku familjuna, sum annaðhvørt vil seta búgv ella hevur sett búgv og situr trongliga, so hevði hesin nýggi aktørurin á lánimarknaðinum verið ein veruligur kappingarneyti til bankarnar.

Húsalánsgrunnurin byggja leiguíbúðir og lestrarbýli
Farna samgonga og Tjóðveldi hevði stórar og ambitiøsar ætlanir við nýskipaða Húsalánsgrunninum. Ætlanin var somuleiðis at útvega leiguíbúðir av ymsum slagi, sum grunnurin fíggjaði annaðhvørt einsamallur ella saman við øðrum. Húsalánsgrunurin hevur eina tøka ogn á umleið 350 mió., sum beinanvegin kundu verið brúktar til endamálið.

Við fænum kundi Húsalánsgrunnurin skjótt bygt 100-150 leiguíbúðir kring landið til ymiskar málbólkar við ymiskum tørvi til ein lagaligan leigukostnað. Í valstríðnum vísti Javnaðarflokkurin á, at grunnurin kann útvega íbúð á 60 kvm fyri um 4.000 krónur í høvuðsstaðnum. Hetta vildi loyst stórar trupulleikar á alt ov lítið fjøltáttaða bústaðarmarknaðinum og leiguíbúðirnar kundu verið eitt veruligt alternativ til stóru siðbundnu sethúsini. Somuleiðis kundu fólk við serligum tørvi endiliga fáa teir hóskandi og virðiligu bústaðirnar, sum tey hava longst eftir í so drúgva tíð.

Men enn er einki frætt frá samgonguni um hesar møguleikar, sum Húsalánsgrunnurin hevur fingið. Í farnu viku kom gaman í kunngerð frá Fíggjarmálaráðnum um fyrisitingarligar mannagongdir og treytir fyri virkseminum hjá grunninum, men eingin politikkur var at hóma.

Og havandi í huga, at Jørgen Niclassen, fíggjarmálaráðharri, átti harðastu mótmælini, tá hetta nýbrotið í føroyskari bústaðarpolitisku søgu varð framt, so er vandi fyri at málið dettur niðurfyri.