Seinastu vikurnar hevur Atlantic Airways lýst við, at felagið hevur 1500 ferðaseðlar til Keypamahavnar, Billund og Reykjavíkar fyri 995 kr. til sølu. So stórur gravgangur hevur verið eftir bíligu ferðunum, at nærum allar tær 1.500 ferðirnar longu eru seldar, og nú verður hetta broytt til alt árið. Hetta sigur felagið í tíðindaskrivi. Víðari stendur, at tey, sum ikki enn hava ognað sær bíligar flogferðir, fáa nú nógv fleiri møguleikar, tí Atlantic Airways hevur gjørt av at bjóða bíligar ferðir á úrvaldum fráferðum til Keypmannahavnar, Billund og Reykjavíkar og aftur alt árið.
Einvegis ferðaseðlarnir skulu bíleggjast í seinasta lagi tríggjar vikur undan fráferð.
?Hugurin at ferðast er vaksin nógv við árunum, og við hesum prísátakinum gera vit tað møguligt hjá fleiri at sleppa ein túr í útlond eins og vit vónandi eisini kunnu fjølga talið av fremmandum ferðafólki í Føroyum?, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.