Bíligari at eiga børn í Havn

Næsta ár hækkar raksturin hjá Tórshavnar Kommunu 12%. Afturfyri fer tað at verða nógv bíligari at vera barnafamilja í høvuðsstaðnum og rættilig ferð skal setast á at byggja skúlar, stovnspláss til eldri, verkløg til ítrótt os.fr.

Tórshavnar býráð hevur stórar ætlanir og gongst sum meirilutin ætlar, skal nógv byggjast.

- Men tað er fyri at bøta um tænastustøðið til borgaran, staðfestir Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Tað sæst eisini aftur á fyrsta uppskotinum til fíggjarætlan fyri næsta ár, sum varð lagt fyri býráðið í gjárkvøldið.

Eftir ætlanini skal raksturin hjá Tórshavnar kommunu hækka 12% næsta ár, aftur ímóti í ár.

- Ein partur av hesum er til vanligan lønar- og prísvøkstur. Men samstundis verður umsitingin vaksin fyri at veita borgarum og vinnulívi eina skjótari tænastu.

Men næsta ár er ætlanin at tað framhaldandi skal vera ókeypis at koyra við Bussleiðini.

- Tað gera vit í eini roynd at tálma bilaferðsluni, sum bara veksur og veksur, sigur Heðin Mortensen.

Umframt at tað framvegis skal verða ókeypis, er ætlanin at bøta um tænastuna, við at økja talið á bussum og harafturat skulu teir koyra meiri og títtari


Bíligari hjá Barnafamiljum

Men tað sæst eisini á upplegginum til fíggjarlóg, at næsta ár ætlar Tórshavnar Býráð at taka eitt rættiligt tak fyri barnafamiljurnar.

- Sum er, gjalda foreldur fyri dýrasta dagstovnaplássið og fáa 25% í avsláttri av restini. Ætlanin er at broyta hetta soleiðis, at frá 1. januar, skulu foreldur gjalda fyri bíligasta plássið og fáa 25% av restini. Harafturat er ætlanin at lækka foreldragjaldið fyri børn í ansing úr 30% til 25%,.

Samstundis ætlar býráðið eisini at lætta um skattin hjá foreldrum við at hækka barnafrádráttin 500 krónur, upp í 5.500 kr.

Á skúlaøkinum hækka rakstraútreiðslurnar fyrst og fremst, tí fleiri skúlar verða, men ætlanin er eisini at hækka játtanina til undirvísingartilfar. Hetta verður gjørt, tí tímatalið í yngru flokkunum er økt.

Somuleiðis skal námsfrøðiliga sálarfrøðilig ráðgeving setast á stovn í Suðurstreymoy í samstarvi við mentamálaráðið.


Hava bíðað alt ov leingi

Heðin Mortensen sigur, at meirilutin heldur tað vera sera umráðandi at gera íløgur í skúlar, eldrarøkt, heilsurøkt, vegir, kloakkir, vatnveitingar, ítróttar- og frítíðarvirksemi, fyri at bøta um trivnaðin í kommununi

- Í hesum sambandi er ætlanin skunda undir stóru skúlabyggingarnar, sum hava ligið á láni í alt ov langa tíð.

- Hetta eru stórar íløgur, men býráðið hevur valt at taka eitt munagott tak, so vit fáa hesar neyðugu skúlarnar bygdar, meðan vit hava ráð til tað. Næstu árini fer kommunan sostatt at nýta hundraðtals milliónir krónur til at byggja nýggjar skúlar og til at raðfesta skúlarnar, sum eru.

Borgarstjórin sigur, at hetta er eitt arbeiðið, sum longu er byrjað, við tað, at nýggjur skúli er í gerð við Løgmannabreyt í Hoyvík og við tað, at nýggjur skúli á Hamrinum á Argjum, verður prosjekteraður.

Hóast Tórshavnar kommuna staðfestir, at eldrarøkt er landsmál, hevur landið ikki gjørt nokk á hesum øki og tí hevur býráðið gjørt av at byggja eitt nýtt røktarheim Yviri við Strond.

- Við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík er ætlanin at byggja nýggja heilsumiðstøð, sum partvíst skal avloysa okkurt av gomlu og ótíðarhóskandi læknahølunum í býnum, umframt at hon partvíst skal nøkta stóra tørvin á nýggjum kommunulæknastørvum.

Harafturat er ætlanin, at rennibreytin við atletikstadion verður gjørt liðugt í 2008.

- Tá er høvuðsstaðurin til reiðar at skipa fyri altjóða kappingum í frælsum ítrótti.

Umframt stóru íløguna í rennibreytina, er ætlanin at seta pening av tey næstu árini til aðrar stórar íløgur á ítróttar- og frítíðarøkinum.

Millum annað skal ítróttar- og samkomuhøllin á Hálsi høvuðsumvælast, og nýggj fimleikahøll skal byggjast við norðara enda á Tórsvølli.


Bøta um ferðsluna

Meirilutin í Tórshavnar Býráð heldur eisini, at tað er neyðugt at framtíðartryggja veganetið í høvuðsstaðnum, sum hann málber seg.

Tí fer kommunan at royna at samstarva við landið um nýggjan innkomuveg til høvuðsstaðin.

- Í hesum sambandi er kommunan farin undir eina miðvísa ætlan fyri, hvussu vegirnir og nýggir vegir kunnu bindast í nýggja innkomuvegin, men hetta ger, at tað verður neyðugt við íløgum í høvuðsveganetið í nøkur ár fram, sigur borgarstjórin.

Hann leggur afturat, at eitt stórt tak í hesum sambandi er at fáa gott vegasamband út á Argir.

Annars fer kommunan at gera stórar íløgur í kloakkskipanina,

Tað næsta stóra takið hjá kommununi, tá skúlabyggingarnar eru komnar undir land, verður íløgur í vatnveitingar og reinsiverk.

Heðin Mortensen ásannar, at talan er um stóran vøkstur, men hann sigur stutt og greitt, at tað er neyðugt at byggja út fyri at hava eitt nøktandi tænastustøðið.