Tað skal verða bíligari at skráseta el-bilar í Føroyum. Tí fer Fíggjarmálaráðið at leggja fyri løgtingið uppskot um broytin í løgtingslógini um meirvirðisgjald.
Tað sæst í løglistanum, sum løgmaður legði fram fyri tingið á ólavsøku.
Við hesum uppskoti vera el-bilar mvg-fríir í eini 2 ára royndartíð. Eisini verður talan um lógartøkniligar og umsitingarligar broytingar.
Fíggjarmálaráðið ætlar eisini at broyta løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v. m.
Endamálið við hesum uppskotinum er at fara burtur frá núverandi vektgjaldi og til eitt meira umhvørvisgrundað gjald