Hóast nakað er liðið, síðani lutakastið til kappingina um Løgmanssteypið var avgreitt, gjørdist ikki fyrr enn um vikuskiftið greitt, hvussu steypabólkarnir endaliga skulu síggja út.
Tvey innleiðandi umfør hava verið spæld síðstu tvey vikuskiftini eftir gamla »knock-out« prinsippinum, har dystirnir skulu vinnast fyri at koma víðari.
Her stóðu 2. deildarliðini TB og AB seg best, og tí sleppa tey nú at halda fram í kappingini í ávikavist bólki 1 og 2, har tvey tey bestu liðini saman við tveimum teimum bestu tríarunum vinna seg upp í fjórðingsfinalurnar.
Onkur kanska freistast at siga, at tað er ikki fyrr enn nú, at steypakappingin byrjar av álvara, tí komandi leygardag verður skjøtil settur á bólkaspælið, ið telur øll liðini í 1. deild, umframt tey bæði, ið hava vunnið sær luttøku har.
Nakað er helst eisini um tað, tí enn eru bara seks av teimum tilsamans 51 dystunum í kappingini um Løgmanssteypið spældir.
Í bólkaspælinum ber til at tapa onkran dyst og kortini sleppa víðari, men tá komið verður til fjórðingsfinalurnar og kappingina út, er tað aftur »knock-out« ? vinnarin sleppur víðari og taparin er yvir og farin!
TB basti Royn
TB, sum í sínum fyrra dysti hevði vunnið heili 8-0 á Fram, hevði leygardagin vitjan á Sevmýri av næstu grannum sínum, Royn úr Hvalba.
Enn eina ferð vann TB sannførandi, hóast málini hesa ferð ikki gjørdust eins nógv og í fyrra dystinum. TB vann 3-0, eftir at hava verið á odda 1-0 í hálvleikinum.
Spælandi venjarin Jón Johannesen legði TB á odda fyri steðgin, og í seinna hálvleiki staðfestu Olivur Abrahamsen og Kaj Roest sigurin.
Seint í dystinum mátti ein av TB-arunum undir brúsuna undan hinum, tí hann fekk reyða kortið, men tá tóktist ov seint hjá Royn at venda dystinum, ið ikki var so ójavnur, sum tølini kanska siga.
Við sigrinum fekk TB fjórða plássi í bólki 1, sum frammanundan telur NSÍ, B68 og FS Vágar. Tað vil siga, at her skulu tvey grannalið kappast saman við bæði upp- og niðurflytarunum frá kappingini í fjør.
AB vann krossin
At argjamenn ætla sær nakað í ár, varð staðfest sunnudagin, tá teir á útivølli á Krossinum í Sumba fingu vunnið 3-2 á sumbingum, sum annars fara at teljast millum nýggju kappingarneytarnar hjá AB í landskappingini í 2. deild.
Innan fyri fyrsta hálva tíman av dystinum var AB komið á odda 3-0, uttan at tað hevði eydnast Sumba at hótta nakað serligt. Tí kundi hetta líkst einum trivaligum sigri til argjamenn við tveimum málum frá Eyðuni Samuelsen og einum frá Jan Jørgensen.
So skuldi tó ikki gerast, tí heimaliðið menti seg í seinna hálvleiki og svaraði aftur. Tey bæði málini hjá Eiriki Joensen og Robert Cieslewic gjørdust kortini ikki nóg mikið, og AB er tí komið víðari í steypakappingini.
Í bólkaspælinum skal AB í bólki 2 kappast við KÍ, VB og EB/Streym, og tá sleppur styrkta 2. deildarliðið hjá argjamonnum óivað at royna seg av álvara.
Triði steypabólkurin er mannaður við HB, GÍ, B36 og Skála, sum øll eru 1. deildarlið, og tí verður hetta á pappírinum helst mett sum torførasti bólkurin av teimum trimum.
45 dystir eftir
Sum nevnt, eru enn bara seks av 51 dystum spældir í kappingini um Løgmanssteypið, sum endar við stóru finaluni á Tórsvølli sjálvan ólavsøkudag.
Leiðin er tó long, áðrenn finalan er fyri framman ? heilir 45 dystir tilsamans ? og fyrst ræður sjálvandi um at koma heilskapaður úr bólkaspælinum, har seks dystir eru til hvørt liðið.
Lagt verður til brots nú leygardagin, og síðsta umfarið í bólkaspælinum verður spælt 21. apríl. Síðani standa fjórðingsfinalurnar á skránni 3. mei, áðrenn samanlagda úrslitið av fyrru og seinnu hálvfinalunum ávikavist 10. og 18. mei skal vísa, hvørji tvey lið hava vunnið sær pláss í sjálvari finaluni.
Seinnu árini hevur kappingin um Løgmanssteypið verið høgt í metum millum flestu feløg, tí hon gevur tað fyrsta atgongumerkið til europeiskan fótbólt.Í fjør vann NSÍ finaluna móti HB, og tí eru tað runavíkingar, sum seinni í ár sleppa við í UEFA Cup-kappingina sum føroyskir steypavinnarar.