Bóltar skulu hava chip

Í HM-kappingini fyri lið síðsta heyst royndi altjóða fótbóltssambandið ein nýggjan bólt, sum hevði eitt chip í sær. Chippið var tilbundið ein leidning undir sjálvari málstrikuni, og við einum armbandi um armin fingu dómararnir boð, tá ið bólturin var í málinum. Hetta hjálpir munandi, tá ið ivamál er, hvørs bólturin hevur verið innanfyri málstrikuna ella ei.

Nýggja skipanin eydnaðist somikið væl, at tað nú verður tosað í álvara um at fáa hetta sett í verk.

- Tað var hugtakandi, og tað riggaði hvørja ferð, sigur danski dómarin Claus Bo Larsen, sum var við til at nýta hesa skipanina undir HM fyri lið, við Jyllands-Posten. Hann leggur somuleiðis afturat, at hann ikki kann ímynda sær eina betri skipan, ið kann vera ein so stór hjálp til at avgera spælið.

 

51 altjóða góðkendir dómarar hava boðað UEFA frá, at teir ynskja, at hugt verður nærri at skipanini.