Bólturin rulllar longu fyrrapartin

Fyrsti dysturin verður longu klokkan ellivu við Løkin í Runavík

Sjøtul verður longu fyrrapartin settur á nýggja fótbóltsárið. Fyrsti dysturin í fyrstu deild verður við Løkin í Runavík, har teir næstbestu hjá NSí fáa vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ.

Fyrsta bríksl verður klokkan ellivu, og tað verður veteranurin Petur Reinert, sum verður 23. maður á vøllinum. Í heyst var Petur Reinert ivasamur, um hann yvirhøvur fór at halda fram við at døma. Hann segði altjóða kjansin frá sær, men nú hevur hann gjørt av at halda fram í føroysku kappingini í hvussu so er í eitt ár aftrat.

Petur hevur í fleiri ár verið plágaður av skaða í hælinum. Nú hevur 40 ára gamli og royndi dómarin gjørt av at halda fram, og fyrsta avbjóðingin verður nú klokkan ellivu við Løkin. Petur hevur higartil dømt 578 dystir, sambært faroesoccer.com.

 

Skála hevur fyri fyrstu ferð lið í næstbestu deildini samstundis, sum felagið er umboðað í bestu deildini. Á middegi fer liðið at royna seg á heimavølli ímóti HB.

Fýra av teimum fimm dystunum í dag eru í Eysturoy. Toftamenn fjala ikki, at teir hava sum avgjørt mál, at B68 næsta ár skal spæla í bestu deildini. Seinnapartin vitja Suðringar á Svangaskarði.

ÍF fer seinnapartin undir nýtt tíðarskeið. Tað verður í grannauppgerð í Fløtugerði ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi. Hetta er fyrsta ferðin síðani 2003, at besta liðið hjá ÍF spælir í næstbestu deildini.

 

Í Hoyvík fær Giza Hoyvík vitjan av B71. Hetta er einasta innanhýsis uppgerðin í fyrsta umfari millum tvey av teimum fýra liðunum, sum hava møguleika at flyta upp.

 

ÍF-Víkingur: Bent Tommy Linklett kl. 15.00

NSÍ-KÍ: Petur Reinert kl. 11.00

B68-Suðringar: Rani Skaalum kl. 16.00

Skála-HB: Andreas Josephsen kl. 12.00

Giza Hoyvík-B71: Rúni Olsen kl. 15.00