Tað er Arnfríð Hentze, sum skipar fyri tiltakinum, og í dag ber fyri fyrstu ferð til hjá ferðafólki at reka seyð í Sumba í Dalinum í Húshaganum. Tað er beint við Sumbiartunnilin uppi á Beinisvørði.
Byrjað verður uppi á Hestinum og so verður rikið omaneftir móti bygdini. Hetta er stuttur teinum og ikki so nógvur seyður, so tað fer kanska bara at taka umleið ein tíma. Fólk kunnu síðan vera við til at klippa ullina og síðan at hoyggja, um tey hava hug til tað.
Leygardagin 10. juli fara tey at reka í Fjallahaganum Mittanarvík í Víkarbyrgi.
Talan er um 40-50 seyðir og er hetta ein heildagstúrur.