Festarar skulu ikki sjálvir hefta fyri lán til festi tí tað máar støðið undan teirra rættartrygd Tað er skeivt at krevja, at festarar sjálvir skulu hefta fyri lánum til festið.
Tað heldur Løgtingsins Umboðsmaður.
Búnaðargrunnurin krevur persónliga trygd frá festarum, sum taka lán til festið.
Tað hevur Bóndafelagið ikki góðtikið og tað endaði við, at felagið legði málið fyri Løgtingsins Umboðsmann
Umboðsmaðurin heldur, at við at krevja persónliga kautión frá festara, kann Búnaðargrunnurin seta festaran í eina vánaliga rættarstøðu, tí festarin heftir sjálvurfyri eitt lán til festið, ið landið eigur.
Samstundis hevur festarin onga trygd fyri, at hann fær fult endurgjald fyri gjørdar íløgur á festið.
Sostatt heldur Umboðsmaðurin, at kravið um persónliga kautión er ein órímilig treyt at seta festarum og hesin mátin hjá Búnaðargrunninum at veita trygd fyri sínum ognum, stendur ikki í mát við tær avleiðingar, sum kunnu verða fyri festaran. Umboðsmaðurin hevur tí biðið Búnaðargrunnin taka spurningin um persónliga kautión upp til nýggja støðutakan og hann vil eisini hava at vita, hvat víðari hendir í málinum.