Eirikur Lindenskov
? Vit hava als ongar ætlanir um at taka gamla Føroya Banka frá teimum eldru.
Hetta sigur Leivur Hansen, borgarstjóri í Havn.
Ein av teimum, ið javnan kemur í tilhaldið, hevur vent sær til Sosialin, tí tíðindi eru farin at ganga um, at býráðið nú ætlar at nýta gomlu Føroya Banka húsini í Tórsgøtu til móttøkuhús, meðan verandi móttøkuhús í Tróndargøtu (gomlu húsini hjá Trúgva Samuelsen) skulu nýtast til eldratilhald ístaðin.
? Vit fara sjálvandi einki at gera uttan at tosa við tey í tilhaldinum, sigur Leivur Hansen, sum leggur dent á, at einki hald er í hasum tíðindunum.
? Eg havi ikki aðrar viðmerkingar enn tað, at dagtilhaldið er komið fyri at vera, sigur Leivur Hansen
Hann sigur kortini, at tey í samgonguni leysliga hava tosað um gomlu Føroya Banka húsini í Tórsgøtu, men at ongar ítøkiligar ætlanir eru um at býta um hús við tey gomlu.
? Men koma vit til sattis um, at tað kanska er ein góð loysn, so stendur tann møguleikin opin, sigur Leivur Hansen.
? Vit fara at hyggja upp á málið, men einki verður gjørt ímóti teirra vilja, leggur borgarstjórin dent á.