Á býráðsfundinum í kvøld fer Tórshavnar býráð at taka støðu til, um býráðið skal keypta toftina av húsum í Sigmundargøtu í Havn, sum brunnu í grund í mai í 2009. Tað var í sínari tíð Tórshavnar Skipasmiðja, sum átti húsini, seinni íløgufelagið Sp/f 14. Men seinni hevur Eik Banki yvirtikið toftina av húsunum.
Talan er um eitt grundstykki upp á 665 fermetrar, sum liggur millum Müllers Pakkhús og skipasmiðjuna
Sambært skránni fyri býráðsfundin, so hava tingingar verið við Eik, sum vil selja fyri 1,1 mió krónur, sum er fyri ogninar við ástandandi húsi, sum tey nú standa.
Eftir byggisamtyktini liggja ognirnar á havnarøki, og ganga heilt oman í sjógv.
Um ogninar verða keyptar, má húsið takast niður og økið hampast, og er hetta mett til 200.000 krónur.
Havnarmeistarin mælir til at keypa ognirnar fyri 1,1 millión krónur og at játta 200.000 krónur til burturbeining av bygningunum og regulering av økinum, at fíggja av íløgum hjá Tórshavnar havn fyri 2012.
Havnarnevndin hevur á fundi 19. mars einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum og at beina málið í býráðið um fíggjarnevndina.
Fíggjarnevndin hevur 21. mars samtykt at mæla býráðnum til at taka undir við havnarnevndini og keypa ognirnar fyri 1,1 mió. og at játta 200.000 krónur til burturbeining av bygningunum og regulering av økinum, at fíggja av íløgum hjá Tórshavnar havn fyri 2012.