Býráðið tekur í egnan barm

Jógvan Arge, varaborgarstjóri

Tórshavnar Býráð hevur sam­tykt nýggja reglugerð fyri mannagongdir í sínum egnu byggimálum. Í hesi reglugerð verður strammað upp í mannagongdunum til tess at koma burtur úr óhepn­ari gongd og úrslitum, tá bygt verður til kommunal enda­mál.
Ein høvuðsbroyting í manna­gongdini er, at sjálvt býráðið kemur inn í málini nógv fyrr enn áður. Longu tá ein býráðsnevnd vísir á tørv á eini bygging til eitthvørt endamál, skal málið leggjast fyri býráðið til samtyktar, áðrenn farast kann víðari við tilrættalegging.
Onnur høvuðsbroyting er, at tekur býráðið undir, verður beinanvegin vald ein bygginevnd við fimm lim­um, tá ætlanin verður mett at kosta 20 mió kr ella meir.
Býráðið sjálvt velur tveir býráðslimir í bygginevndina og borgarstjórin tilnevnir tríggjar, sum skula umboða miðfyrisitingina (fíggjarligt innlit) , teknisku fyrisitingina (tekniskt og byggifrøðilig innlit) og ta fyrisitingina, sum ætlar at byggja (fakligt innlit).
Verður byggingin mett at fara at kosta minni enn 20 mió krónur, tilnevnir borg­arstjórin teir tríggjar um­sitingarligu limirnar eftir sama leisti, og býráðið sjálvt kann velja ein av sínum lim­um í nevndina.
Bygginevndin skal javn­an kunna borgarstjóran og kommunustjóran um gongd­ina í verkætlanini
Setningurin hjá byggi­nevnd­ini er at stíla fyri bygg­ingini, at ráðgeva býráðnum og nevndunum og hava ábyrgd av, at verkætlanin verð­ur framd í samsvari við politisku krøvini/ynskini og innanfyri givnar karmar.
Seinastu árini hevur ikki verið vanligt, at býráðið sjálvt hevur verið umboðað í bygginevndum.
Endamálið við at seta bý­ráðslimir í byggi­nevnd­irnar er eitt nú at tryggja, at politiska leiðslan er so nær verkætlanunum, at óhepnar gongdir kunna loftast í tøk­um tíma.
Nýggja reglugerðin er ein­mælt samtykt í býráð­num.
Stórar byggingar fyri framman
Fleiri stórar kommunalar byggiætlanir eru fyri framm­an. Summar hava verið á borðinum í fleiri ár, men eru ikki settar í verk. Nú kann illa bíðast longur.
Talan er eitt nú um víðk­an og nýtíðargerð av skúl­anum á Argjum og ný­bygg­ing av einum stórum skúla í Hoyvík at taka móti børn­unum úr teimum nýggju býar­pørtunum har uppi.
Býráðið valdi longu á síðsta fundi sínar limir í ta fyrstu bygginevndina, sum er bygginevnbdin fyri fimleikahallarbyggingini í Gunda­dali, har Hildur Eyð­unsdóttir og Sjúrður Olsen fara at umboða býráðið.
Býráðið hevur samtykt at bjóða hetta arbeiði út í heildararbeiðstøku millum eini fimm byggifeløg - trý føroysk og tvey útlendsk - til tess at fáa besta boðið upp á sjálva byggingina og kostnaðin.
Í fimleikahøllini skal verð­ur høll til amboðs­fim­leik og fleiri gólv til rytm­iskan fimleik. Høllin skal byggjast soleiðis, at suðursíðan samstundis kann vera áskoðarapláss við norðurendan á Tórsvølli.
Fimleikarunum hevur leingi vantað góðar um­støð­ur. Býráðið hevur ásannað, at feløgini eru ikki før fyri at lyfta hesa uppgávuna sjálvi, og tí tekur kommunan byggingina upp á seg til frama fyri hesa fólkaítrótt hjá børnum, tilkomnum og eldri.