Umborð á bátinum, "Madleen", er millum annað svenski veðurlagsaktivisturin Greta Thunberg.
- Eg havi givið ísraelska herinum boð um at handla soleiðis, at "Madleen" ikki kemur til Gaza. Til antisemitisku Gretu og vinfólk hennara sigi eg greitt: Tit mugu venda aftur, tí tit koma ikki til Gaza, sigur Katz í eini fráboðan.
Tað er NGO-felagsskapurin Freedom Flotilla Coalition, sum skipar fyri ferðini.
Endamálið við ferðini er at varpa ljós á menniskjakreppuna í Gaza, og tað var ikki óvæntað, at nógv umrøddi báturin fór at verða forðaður á veg til Gaza.
/Ritzau/