Og fyri hvønn dag sum gongur verða 1.500 krónur lagdar afturat til býráðið á Tvørori hevur aktað harraboð úr fíggjarmálaráðnum, men tað vil býráðið ikki Fíggjarmálaráðið hevur kravt at Tvøroyrar Kommuna ikki inntøkuførir havnargjald fyri Smyril í roknskapin, tí tað er ósemja um havnargjaldið. Av tí sama er inntøkan so óviss, at fyri at geva eina rættvísa mynd av virkseminum hjá havnini, skal havnargjaldið ikki inntøkuførast.
Fyrrenn tað er gjørt, vil fíggjarmálaráðið ikki góðkenna roknskapin.
Men Tvøroyrar Býráð vil ikki akta, tí tað tvíheldur um, at tað hevur rætt til havnargjald og tey stúra fyri, at strika tey inntøkuna úr roknskapinum, fer býráðið at standa veikari í einum møguligum rættarmáli.
Og tað endaði við, at fíggjarmálaráðið í jólamánaðinum í fjør tók tað heilt óvanliga stigið at áleggja býráðslimunum á Tvøroyri dagbøtur, til roknskapurin varð rættaður.
Einasti býráðslimur, sum vildi ganga fíggjarmálaráðnum á møti, var Jaspur Vang og hann sigur, at sostatt fær hann ikki bót.
Men hann legði dent á, at hetta hevði onki við bótina at gera sum so.
Hann førdi fram, at tá ið fíggjarmálaráðið krevur at inntøkan fyri havnargjaldið verður tikin úr roknskapinum, er talan um eini fult lóglig boð frá einum fult lógligum, yvirskipaðum myndugleika og slík boð eigur eitt býráð prinsipielt at geva seg undir.
Men tað skal vera við teirri viðmerking, at hildið verður fast um kravið um at Smyril skal gjalda havnargjald.
Dagbøturnar eru annars 300 krónur um dagin í part og teljarin fór ígongd 17. desember og taldi árið út.
Sostatt kostaði tað undanfarnu býráðslimum á Tvøroyi 4.500 krónur í bót í part og sostatt kostaði tað teinum seks býráðslimunum, sum komu undir bótina, 27.000 krónur tilsamans.
Á nýggjárinum tók nýtt býráð við og tá kom steðgur í bøturnar til nývalda býráðið fekk høvi at taka støðu til málið.
Men nýggja býráðið hevur somu støðu sum tað gamla og tískil varð teljarin settur ígongd aftur tann 6. apríl og hann telur enn.
Higartil eru sostatt farnir 14 dagar, har býráðslimirnir hava goldið 300 krónur í bót.
Men Jens Johannesen var ikki á býráðsfundi tá ið hetta varð umrøtt og tí fær hann ikki bót fyribils í ár. Men um hann so fær bót sum frá líður, veldst um, hvørja støðu hann hevur hevur til málið.
Sostatt eru tað fimm býráðslimir, sum framvegis fáa dagbøtur fyri at seta seg upp ímóti harraboðum frá fíggjarmálaráðnum.
Og higartil í ár hava teir fimm býráðslimirnir á Tvøroyri sostatt fingið 4.200 krónur í bót í part í ár ella 21.000 krónur í bót tilsamans. Tilsamans er bótin sostatt 48.000 krónur higartil
Tilsamans hava
Og teljarin leggur 300 krónur afturat fyri hvønn dag, sum gongur.....