Um vikuskiftið fekk føroyski myndamaðurin Bárður Eklund boð um, at hann er ein av teimum 16 myndafólkunum, sum júst eru vald út til tann sonevnda Nordic Photo Master Class.
Endamálið við Nordic Photo Master Class er at savna bestu myndafólkini í Norðurlondum og menna tey víðari til at gerast partur av heimselituni innan myndatøku.
- Hetta er sjálvandi ein sera stórur heiður og eitt fjálgandi herðaklapp. Eisini gleði eg meg ótrúliga nógv til at fáa serundirvísing frá nøkrum av heimsins bestu myndafólkum, ið er nakað av tí, ið eisini fylgir við, tá tú verður innlimaður í Nordic Photo Master Class, sigur Bárður Eklund.
Vakt ans
Myndafólk kunnu ikki sjálvi søkja um upptøku í Nordic Photo Master Class, men verða vald út, tí tey hava víst heilt serlig evni innan myndatøku.
Seinnu árini hevur Bárður Eklund fleiri ferðir gjørt vart við seg – kanska serliga innan portrettmyndatøku, ið eisini gav honum heiðurin sum Ársins Portrettfotografur í Danmark í 2004.
Portrettmyndirnar hjá Bárði Eklund vekja framvegis stóran ans, uttan iva tí tær ofta eru óvanliga naknar og erligar.
- Tað er serliga ein avbjóðing at taka portrettmyndir av kendum fólkum, tí bæði tey sjálvi og onnur longu hava eina rímiliga fastlæsta mynd av, hvussu hesi kendu andlitini helst skulu taka seg út. Uppgávan hjá mær er so, at royna at rista hesa myndina av mær, fara afturum hana og vísa eina aðra síðu av kenda andlitinum, sigur Bárður Eklund.
Gleðir seg til frálæru
Hóast portrettmyndir eru vorðnar eitt av serøkjunum hjá Bárði Eklund, hevur hann altíð ynskt at sleppa at arbeiða meir við eitt nú dokumentarfoto. Sum útbúgvin fotojournalistur, heldur hann altíð eitt vakið eyga við, hvussu ein mynd best kann illustrera eina grein. Hinvegin er hetta eitt øki, har tað kann verða trupult at menna seg og fáa tað at mala runt fíggjarliga samstundis.
- Sum limur í Nordic Photo Master Class fært tú millum annað frálæru í dokumentarfoto á sera høgum støði, og tað gleði eg meg veruliga til. Ikki tí, eg havi sjálvur roynt at ment meg innan økið, men tað kann jú ikki samanberast við at fáa frálæru frá nøkrum av heimsins bestu fotografum, sigur Bárður Eklund, og vísir á, at serundirvísing er ein týðandi liður í endamálinum við Nordic Master Class.
Ikki virðismett á føroysku bløðunum
Bárður Eklund hevur seinnu árini búð í Danmark, men átekur sær javnan fotouppgávur í Føroyum. Hóast tað ikki finnast serliga nógvir útbúnir fotojournalistar her heima, heldur Bárður Eklund, at nógv av teimum, ið fáast við professionella myndatøku í Føroyum, eru stak dugnalig.
- Tað er bara spell, at føroysku bløðini ikki virðismeta dugnaligu myndafólkini meir. Av onkrari orsøk tykjast góðar og illustrativar myndir ikki at vera serliga høgt í metum á føroysku bløðunum. Úrslitið er, at tey dugnaligu myndafólkini leita aðrastaðni til eitt nú lýsingarfyritøkur, har tey fáa munandi betri sømdir, sigur Bárður Eklund.
Hóast hann skilur, hví føroysk myndafólk ikki støðast á bløðunum, heldur Bárður Eklund, at tað kundi verið eitt fínt hugskot at brúkt tey sum ráðgevar og vegleiðarar á redaktiónunum.
- Fyrsta treytin fyri at tú kanst virðismeta myndatilfar í bløðunum er, at leiðsla og starvsfólk fáa innlit í, hvussu myndir og tekstur spæla saman. Her ivist eg ikki í, at myndafólk fegin vildu givið redaktiónum íblástur og vegleiðing, sigur Bárður Eklund.
FAKTA
Bárður Eklund hevur fingið fleiri altjóða- og talentvirðislønir
Í 2002 fekk hann Journalisthøjskolens Fotojournalist Jublæumsdelpris
Í 2004 var hann kosin Ársins Portrettfotografur í Danmark
Bárdur Eklund er útbúgvin Fotojournalist frá Danmarks Medie & Journalisthøjskole og Columbia School of Journalism í USA, og er eisini útbúgvin sum Art Photographer.