Bárður Nielsen róði í nógv ár

Ein av teimum, sum er við til at rigga kappróðrarøkið á Vestmanna til, er Bárður Nielsen, sum sjálvur róði kapp í nógv ár. Hann var eisini føroyameistari við Vestmenningi tvær ferðir – í 1995 og 1997 – og endaði fleiri ferðir á øðrum plássi

Vestmanna

 

Bárður Nielsen fegnast um, at tað hevur eydnast at mannað 10-mannafarið Vestmenning til fjarðastevnu, sum verður í vikuskiftinum.

- Hetta verður fyrsti róðurin í summar, har Vestmenningur verður við. Tað eru serliga vestmenningar og kvívíkingar, sum manna bátin, men venjingartíðin hjá teimum hevur verið rættiliga stutt. Hetta eru menn, sum hava róð fyrr, men nú munnu tað vera nøkur ár síðan, at teir flestu góvust.

Í summar hava vestmenningar annars mannað Havfrúnna við bæði dreingjum og gentum og Fortuna, sum er 6-mannafar, hevur eisini luttikið á nøkrum stevnum við monnum.

- Vit eru spent eftir at síggja, hvussu bátunum fer at gangast, nú róð verður í heimasjógvi. Higartil í summar hevur Havfrúgvin við dreingjum staðið seg best av okkara bátum, eins og Fortuna hevur staðið seg hampiliga væl á 1000 metrum, sigur Bárður.

 

Hevur róð nógv

Sjálvur hevur Bárður róð nógv, bæði við Havfrúnni og Vestmenningi.

- Eg róði í nógv ár tilsamans, og okkum eydnaðist eisini at vinna tveir FM-sigrar við Vestmenningi. Hetta var árini 1995 og 1997, og onnur ár endaðu vit á øðrum plássi.

Hann sigur, at tey árini, hann róði við Vestmenningi, kappaðust teir serliga við Havnarbátin og Skálabátin, sum eisini vóru rættiliga stinnir hesi árini.

 

Harður streymur

Vit spurdu eisini Bárð Nielsen, hvussu útlitini eru til róðrarlíkindi á Vestmanna leygardagin, tá FM-róðurin verður.

- Eg haldi, at veðurvánirnar eru góðar, men tað er harður streymur. Vestmannasund rekur hart, og hóast málið hjá øllum bátum bert er 1000 metrar, kunnu streymviðurskifti hava ein ávísan týdning fyri kappróðurin, sigur hann.