Føroyski listamaðurin Bárður Dal Christiansen hevur í summar skipað fyri einari forvitnisliga verkætlan, har hann í sambandi við framsýning sína "Tíðin" hevur savnað pengar inn til Barna- og ungdómspsykiatriina.
Fyrsti partur av verkætlanini, sum kallast “Livibreyð”, er nú yvistaðin.
Tá alt var talt saman, høvdu fólk latið heilar 10.827,54 krónur til endamálið.
Umframt hetta hava ymiskar fyritøkur latið gávubrøv fyri áleið 15.000 krónur, og 44 ymisk listafólk hava latið yvir 60 listaverk.
Í gjár vórðu pengarnir, gávubrøv og listaverk latnin til virkandi deildarleiðaran Albertu McLeod Jacobsen og specialiansvarliga yvirlæknan Súsonnu Reinert-Petersen frá Barna- og ungdómspsykiatriska toyminum. Tær gleðast um, at gávan verður latin børnunum og teimum ungu á deildini at gagni.
Verkið hjá Bárði á uppboðssølu
Verkið “Livibreyð”, sum sæst niðanfyri, var snúningsdepilin í innsavningini, og á baksíðuni er undirskrivað ein ørgrynna av nøvnum. Hetta eru tey, ið hava veitt innsavningini stuðul.
Listaverkið "Livibreyð" sær soleiðis út:
##med2##
7. september klokkan 9.00 til 9. september kl. 12.00 ber til at ogna sær hetta verkið umvegis eini online-uppboðssølu. Minstaboðið er 15.000 krónur, og yvirskotið fer til Barna- og ungdómspsykiatriina.
– Um tú ynskir at vita meira, ber til at skriva til Bárð á bardurdc(at)gmail.com, og so setir hann seg í samband við teg um nágreiniligari viðurskifti.
Listafólk ið hava latið verk:
Edith Mørkøre, Helga Djurhuus, Turið Teitsdóttir, Silja Eystberg, David Lopez Restrepo, Maria Ronnadóttir, Ólavur Thorsteinsson, Fríða Berg, Simon Fensholm, Øssur Johannesen, Kolbrún Haraldsstóvu, Karina Weihe, Harriet Olafsdóttir, Daisy Sloan, Ragnhild Kjærbo, Jensina Olsen, Laila Mote, Gvøðny Áarstein, Lise-Lotte Bangsgaard Vindelbo, Nina Sandgaard, Kari Roarsdóttir, Guðrið Egholm, Erla Ziskasen, Tóra Hammer, Maria Scerradóttir, Anna Sørensen, Marta Dalsgaard, Tróndur Johnsson Fuglø, Daniella Joensen, Anna Røska Randidóttir, Jana Jonhardsdóttir, Annika Leifsdóttir Dalsgaard, Margitt Kallsoy, Anna á Rógvi Kristensen, Miriam Jørgensen, Inga Greve Kampmann, Annelisa Johansen, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Theresa Kohlbeck, Beinta Gaard, Kamilla Ravn, Rannvá Holm Mortensen, Lisa Hendrikdóttir og Anita Køtlum.
Fyritøkur ið hava latið gávubrøv:
SMS, Myndlist, Kids Leikur, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Rit Og Rák.