Egil á Bø misnýtti fyrra brotsparkið við Margáir í gjár. Tá hetta skuldi skjótast av nýggjum vildi liðskiparin ikki royna seg.
- Nei, hann vildi, at onkur annar tók sær av tí. Vit tosaðu um tað innanhýsis, og tað endaði við, at eg bjóðaði meg fram.
Og tú var sannførdur um, at tú fór at senda hann í netið?
- Ja, har var einki at ivast í, sigur Bárður Olsen, sum skeyt sigursmálið hjá EB/Streymi í gjár.