Føroysku flogbóltsútisetarnir í Danmark kappast framvegis av øllum alvi, og sjálvt um tey leggja slt tað tey eiga í sína ítróttargrein gongur ikki altíð eftir vild. Um vikuskiftið gekk soleiðis á hjá teimum báðum liðunum, at Holte IF og Bárður B. Mikkelsen vunnu sín dyst meðan Frederiksberg, við Anniku og Alvildu á liðnum, taptu sín dyst.
Neyðugur sigur
Bárður og Holte vóru í Middelfart og spældu móti Middelfart VK. Tað var sera týdningarmikið hjá Bárði og hansara monnum at vinna dystin, tí taptu teir kundi vegurin til hálvfinalurnar gerast ov langur.
Og úrslitið var, at Holte vann 3-1, men tað var einki í fyrsta setti, sum bendi á, at teir fóru at vinna dystin. Einu løtuna í fyrsta setti vóru teir nevniliga aftanfyri 16-4!
Tá munurin var so stórur gjørdu leikararnir av, at nú skuldi vendast og teir stríddu seg upp á 16-25 áðrenn Middelfart vann fyrsta sett. Tey trý næstu settini vann Holte og tí vunnu teir eisini dystin við trimum settum móti einum, sjálvt um tað til tíðir var sera javnt.
Bárður Mikkelsen sigur, at tað tykist, sum hava teir fingið spælið at hanga saman og at teir tí hava betri vónir til tað, sum eftir er av kappingarárinum.
- Móttøkurnar vóru sera støðugar í dag og tað var helst høvuðsorsøkin til, at vit vunnu dystin, sigur Bárður sum tykist vera komin fyri seg eftir skaðan hann hevði fyri kortum.
Í kvøld (týskvøldið) skulu Bárður og hansara menn aftur í eldin. Teir fáa vitjan av Gentofte Volley og var tað týdningarmikið at teir vunnu dystin í Middelfart leygardagin, er týdningurin av einum sigri móti Gentofte í kvøld ikki minni. Gentofte liggur nevniliga beint aftan fyri Holte við fýra stigum, sum er tvey minni enn Holte hevur.
Frederiksberg tapti
Var Bárður nøgdur eftir vikuskiftið, so hava Annika og Alvilda helst ikki verið so mjúkar at fáa til hús. Tær spældu sunnudagin móti Aabyhøj og sjálvt um tær vunnu tey bæ_i fyrstu settini, endaði dysturin við sigri til Aabyhøj, sum vann við settúrslitunum 20-25, 14-25, 25-17, 25-23 og 15-13.
Úrslitið kom stak illa við hjá Frederiksberg, tí sigurin hjá Aabyhøj var tann fyrsti í endaspælinum, men hetta er kanska eitt greitt tekin um, hvussu Frederiksberg er fyri. Fyri einari viku síðani vunnu tær á útivølli móti Holte, sum var silvurvinnari frá í fjør, og tí er tað helst eitt tekin um vantandi stabilitet, at tær taptu móti avgjørda botnliðnum.
Frederiksberg er framvegis á fjórðaplássi, men tær eru nú bara tvey stig framman fyri Rosenlund, sum hevur leikt ein dyst færri. Enn hevur føroyska liðið sjálvt møguleikan at avgera sína lagnu, tí í sínum seinasta umfari skulu tær nevniliga spæla móti júst Rosenlund.
kvinnurKVTScorePt
1DHG Odense88024-616
2HIK Aalborg87121-1014
3Holte IF83517-186
4Frederiksberg Volley83516-206
5Rosenlund Volley72511-164
6Aabyhøj IF9187-262
mennKVTScorePt
1HIK Aalborg77021-314
2Skovbakken Volley84417-128
3DHG Odense74314-138
4Holte IF73411-136
5Gentofte Volley7257-174
6Middelfart VK6155-172