Børn ókeypis á G!

Sum nakað nýtt hava fyrireikararnir í ár tikið ta avgerð, at børn upp til og við 12 ár sleppa ókeypis á festivalin. Tey fáa armband og fulla atgongd, men uttan at gjalda. Umframt konsertirnar sum eru, so skipar Angela fyri eini skrá serliga ætlað børnunum.

 

Fyri tey, sum eru 13 ár og eldri hækkar prísurin atgongumerki sunnukvøldið.

 

Annars siga fyrireikararnir, at pláss verður fyri fleiri kampingvognum enn undanfarin ár. Í fjør var kampingin útseld eftir stuttari tíð, og tískil er avrátt at víðka kampingøkið í ár.

 

Higartil eru 14 nøvn kunngjørd, sum koma at spæla á G! í summar, teirra millum Nephew, Ásgeir Trausti, Laid Back og Den Sorte Skole. Í Gøtu rokna tey við umleið 40 nøvnum á skránni, og onkur teirra verða kunngjørd í vikuni, sum kemur.